Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2011

Seinasti teinurin

Seinasti teinurin er lagdur aftur um bak og í gjárkvøldið komu vit til Sunset Strip í WeHo, West Hollywood í Los Angeles. Útsynið frá morgunmatarborðinum sæst omanfyri. Ávegis higar, steðgaðu vit á pierinum í Santa Barbara og eygleiddu bilar og fuglar, og serliga eitt stuttligt skelti um ikki at fóðra fuglarnar. Beint við matstovuskeltið hevði ein likka sett seg at eta restir. Hvør av øðrum liva má. Og so at hyggja eftir sjáldsamum bilum, einum fólkavogsrugbreyði og einu træ-Fordi, og so skaters á betongi við hættisligum stálkanti, sum tó tyktist rigga væl undir pálmunum fram við strondini. Eftir túrin fram við Kalifornisku strondini vóru vit helst eins svong og likkan á brúnni í Santa Barbara. Av hotellinum á Sunset Boulevard gingu vit yvir um vegin í Saddle Ranch Chop House og fingu ein lítið fotogenan stórbúff aftur við Seven Deadly Zins úr Lodi. Fýra dagar eru eftir av ferðini.

Bit o’ Denmark

Danski staðurin í Kalifornia, Solvang, verður hundrað í ár. Tað var í 1911 at danskir lærarar grundaðu býin í gróðragóðum lendi. Í 75 ár hava tey skipað fyri Danish Days í lítla hugnaliga býnum við teim mongu donsku nøvnunum, ið ikki kunnu annað enn røra eitt føroyskt hjarta, ið kemur á trongd og má bíta í eina reyð-hvíta sambandsvaflu, millum valanna. Inni í handlinum Gaveaesken hitta vit Marianne Larsen, sum gekk á húsarhaldsskúla saman við føroyskum kvinnum í Vejle. Hon giftist til Solvang og hevur búð her í 43 ár. Á bakaravegginum í Solvang stendur øll hin danska kongarekkjan, frá Gormi gamla, um Valdemar Atterdag til Margretu II drotning. Vær stille for Gud stendur yvir inngongdini og faðirvár er endurgivið á donskum í luthersku kirkjuni við Atterdag Road í Solvang. Árini 1914-1951 var Atterdag College í hesum øki. Hurð um hurð við matstovuna Vikinggarden, sum hevur storkin á takinum, selur jødiski Steve Druian bøkur og heilsuvørur. Hann fylgir væl við í ...

Korvettflotin rullar

Í Big Sur rendu vit okkum ein heilan flota av Corvettum. Tað er amerikanski sportsbilurin, sum Chevrolet hevur gjørt síðani 1953 og sum er kallaður eftir smidliga herskipinum korvett . Nøkur ár kallaðist bilurin tó so mikið sum Chevrolet Corvette Stingray. Bilaverksmiðjan er í Bowling Green í Kentucky og har er eisini The National Corvette Museum, sum fylgir við øllum Corvettum og skipar fyri limatiltøkum. Henda dag koyrdu 35 teirra framvið Kyrrahavsstrondini eftir Highway One úr San Francisco til Los Angeles. Teirra millum eru Diane og James Sommars, sum er formaður í felagnum Corvettes of Temecula Valley. Mest sermerkti Corvettebilurin henda dag var hann hjá Ken Albers, sum til dagligt er landmátari, men eisini Corvettemaður burturav. Bringuskeltið sigur life time member í National Corvette Museum. Bilurin er ein hvítur sjeyliturs Z06 frá 2008, sum kanadiski kappkoyrarin Ron Fellows hevur sniðgivið. Oman á stóra V8 motorin hava allir arbeiðsmenninir á bilaverksmiðjuni s...

Skálagarð í Carmel

Ein russiskur hýruvognsførari koyrdi okkum til aðra av tveimum barrum í Carmel By The Sea, har ein íslendingur, komin á deyðastrá, serveraði. Her eru hvørki lyktapelar ella gøtunummur, men ein rúgva av gallaríum, listaskálum. Einaferðina hevði skúvoyingurin Hans Skálagarð (f.1924) gallarí her. Tað var í grannalagnum hjá Clint Eastwood (f.1930), ið var borgarstjóri tvey ár í 80'unum. Clint, sum hýruvognsførarin hevði sæð í býnum í dag, eigur enn The Eastwood Building og eitt ranch hotell, meðan Hans, sum nú býr í Petaluma, er givin at sýna fram í egnum hølum í Carmel. Men enn kenna tey hann, the marine painter. Í Winters Fine Art, elsta privata gallarínum í Carmel, sýnir frøkun Edna okkum ein málning frá 2004. Hon sigur at flestu gallarí eru vanity galleries hjá listafólkum, sum selja rættuliga lítið. Hans Skálagarð vaks upp í Skúvoy. Hann byrjaði at mála sum smádrongur og fór tíðliga til sjós. Beiggin, Hjartvard, hevur sagt at áhugin at tekna og mála kom, tá te...

Í fínustovu hjá Steinbeck

Í dag ótu vit miðmála, lunch, í fínustovu hjá John Steinbeck (1902-1968) og teimum í Salinas. Toni Bernardi, eina av kvinnuligu voluntørunum, borðreiddi og avroknaði í hond, undir myndini av patriarkinum, John Ernest Steinbeck, uppi til vinstru í baksýni. Innan høvdu vit koyrt gjøgnum heimsins grønmetisdal, valley of the world, og skoðað meksikanarar, menn og kvinnur, í øllum aldri standa við endanum hægst, akkurát sum tá Steinbeck skrivaði fyrstu journalistisku avrik. At síggja til er støðan einki broytt, hóast nærum øld er liðin. Tá vórðu skriftir Steinbecks brendar á báli, tí hann var skýrdur kommunist, men í dag er hann fremsta vørumerki, brand, fyri alt økið, úr Salinas til Monterey. Omanfyri er standmynd av Steinbeck á Cannery Row í Salinas. Soleiðis tosa pengar, serliga dollars, sítt heilt seregna mál, hóast Steinbeck lítið ávirkaður altíð dyrkaði skrivaða orðið í einum og øllum. Í hesi stovu var hann føddur og hiðani rýmdi hann seytjan ára gamal. Leslie Ernest ví...