Tá bløðini vóru betur fyri enn nú, vóru tey dyggasti lýsingamiðil. Tá plagdi onkuntíð at koma fyri, at ein blank síða varð prentað, har skrivað varð: "Umbiðið pláss". Tað vildi so helst siga, at onkur, ið var lopin frá ordranum, allíkavæl fekk rokningina. So sterk er marknaðarstøðan hjá bløðunum ikki longur. Men sama mynd hómaðist í dag, niðast í brekkuni, har Køkubúðin einaferð var, á húsunum har Charles Smith og tey búðu. Hvør býr har nú veit eg ikki, men á síðuni, sum vendur móti gomlu Køkubúðini, er eitt stórt uppslag við Anniku Olsen, sum stillar upp fyri Fólkaflokkin. Spennandi verður, hvør fær veggjaplássið niðaneftir. Men at verða hongdur einsamallur uppa á gamla kirkjugarð, við útsýni móti Kagganum og Frelsunarherinum, tað hevði eg ikki unt mínum ringasta fígginda, heilsumálaráðharri ella ei.
Øssur Winthereig hevur brotið við stirvna os smakkleysa litbrúkið hjá Tjóðveldi. Úti við Strond, uttanfyri tyrluplássið, við Boðanesi í baksýni, hevur Øssur sett eina livandi og nærverandi sjálvsmynd í jørðina, sum rótfest í lendinum tykisk organisk og riggar framúr væl. Bravo!
Postmaðurin við einum fínum faldara og allur ringvegurin í Havn prógvar aftur í dag at Framsókn er fremst. Veggurin á ljóta gula skrímslinum, sum Tórgarð teknaði og Krosstein eigur, er prýddur við Framsókn. Sama áskrift stendur uppi á Hálsi: "Kom til arbeiðis!" Tá ein koyrir runt í bili og avmyndar valplakatir sæst gamaní eisini hvussu ljótur býurin er. Púff! Hinvegin kann vera, at arbeiðsboðini hjá F eru ein útpurring til býararkitektin.
Við ljóskurvarnar ovast í Bøkjarabrekku koyra nógvir bilar. Tí er hetta eitt av lyklaplássunum fyri politisk og onnur uppsløg. Men vandi er í hvørjari vælferð. Eins og uppi á Hálsi er vandi fyri at drukna millum Doodle Bugs plakatir. Helena hevur verið tíðliga úti og hevur tryggjað sær ovasta plássið, eins og við ljóskurvarnar úti hjá bispi. Og í stórum formati er Høgni í hølunum á henni. Hann er so tryggur, at honum nýtist ikki pang litir við ljóskurvarnar. Meðan Høgni er tryggur, er verri at gita, hvør keypir hini plássini á sentralu Havnastillasjuni.
Undir grótvegginum, frammanfyri húsini hjá bispi, er eisini eitt torn av uppsløgum. Helena er aftur ovast, men Høgni er størri, Brynhild sæst ikki og Kristina er bjartast. So nógv bjartast, tí hon brúkar reytt, sum undir ferðsluljósinum er sterkasti litur. Steðgið, her er ein ávaring, men eisini ein nærverandi kærleiksváttan. Reytt rúmar nógvum møguleikum, frá blóðigum vanda til brennandi hita. Helena brúkti reyðan jakka, tá hon gekk undan í Javnaðarpolitiska flokkinum, eitt fet fremst, á seinasta vali. Tað riggar hvørja ferð. Men hinvegin stendur Høgni so sterkur at litir og kompositoriskt litspæl býta ikki á honum. Kanska eru føroysk valevni ov lítið djørv. Brúkið allar litir, sum undir sólini eru, kæru valevni!.
At enda má eg nevn Hergeir Staksberg, sum er úr grannalagnum. Á bussskýlunum í Eysturbýnum eru hansara sniðfundigu blá svørtu sambandsplakatir hongdar upp. Við play knappum profilerar hann seg sum eitt sjáldsamt ungdómsvalevni í einum politiskum flokki, sum hevur flutt seg frá tí svart afurlatna til tað bjart opna, sum dregur søkjandi ungar sálir til sín. Góða eydnu, øll somul! Gud viti hvat morgindagurin býður.