Skip to main content

Kom til sakina


Helst er tað so, at einki land í heiminum hevur so nógvar miðlar sum vit í Føroyum. Í hesum døgum verður dag fyri dag avdúkað, at flestu av hesum miðlum eru sussimiðlar. Keldurnar, í hesum føri løgreglan, høsnast og kjánkar um einki, ballar orð inn, so vit illa skilja, hvat talsmaðurin sigur í opnu mikrofonina. Hetta var eisini galdandi tá ein bilur við skilaleysari koyring rendi á fleiri barnagarðsbørn. Minnist meg rætt, vissaði heimildarmaðurin okkum um, at einki var galið við bili og koyring. Hesin undarligi óvilji til at siga eksakt frá, og tó vilja lata seg hoyra, smittar og plantar seg víðari út í pressuna. Alt verður ein malan um heitan greyt, har orð ikki eru áljóðandi og einki verður sagt fyri at verða beint fram sannur. Floymurin av tíðindum endar í túnatosi, sum er sogið fyri innihald og upplýsing. Niðurstøðan er at eingin liður í føroyska tíðindafloyminum kemur upp um Ekstrablaðið og BT, um vit samanbera við Danmark. Men har hava tey eisini aðrar miðlar, sum duga at skriva og vinkla. Sum til dømis Jyllands Posten, sum í morgun - úr Danmark - kann geva mær - búsitandi í Føroyum - greiðastu frágreing um gongdina í heimliga málinum, sum øll sussa um. Og tað á ein hátt, sum eg tími at lesa. Skal lesarin kenna seg virdan, skal fjórða statsvaldið í hvussu er duga ein førleika: at skriva, so vit skilja, hvat teksturin snýr seg um.