Skip to main content

Biddaragongd ella sjálvbjargni



Undir yvirskriftini Nei til biddaragongd - Ja til sjálvbjargni varð skipað fyri breiðum fólkafundi í Vágsbotni í Havn kl 13 í dag. Fyrireikararnir, sum ikki hava eina flokspolitiska kós, men eru úr einum breiðum skara, hava undan fundinum sagt soleiðis á Facebook: 

"Latið okkum savnast og gera greitt, at føroyska tjóðin vil gerast sjálvbjargin, og at vit sjálv megna at skapa framburð og egnar loysnir í landinum. Vit mótmæla, at landsins stjórn ger okkum til biddarar, bindur okkum fastari at veitingum úr øðrum landi og brýtur niður felags kósina fram ímóti búskaparligum sjálvbjargni, sum breið politisk undirtøka hevur verið fyri."

Fólkafundurin savnaði nógv fólk í góðveðrinum. Fundurin byrjaði við røðu hjá Sigri M. Gaïni. Síðani hoyrdu vit heimasandsmannin Jón Danielsen, stjóra í Articon, og honum á baki helt havnarmaðurin Høgni Mohr, myndin, eina fyndarrøðu, beint fram fyri øllum føroyingum. Hann er farin um tey áttati og varð stórliga fagnaður. Poul Michelsen úr Framsókn var næstur og síðani Høgni Hoydal úr Tjóðveldi. Sirið Stenberg, sum júst er vald á ting, læs eina yrking, sum hon sjálv hevði skrivað til høvið:

Á knø fyri danaveldi.
Nú ódnin um land legði køvandi hond
væl skilji eg Gudanna vreiði.
Tað skapt varð í forum,
frítt eins og onnur lond,
og ríkasta landið í norðum.

Tó veikt var tað fólk, sum her festi búgv,
tó fríðmannasynir tað aldið,
tí silvur og gull ja alt glitrandi blankt,
á monnum og kvinnum tók valdið,
tey gloymdu hvat rætt var og vrangt !

Nú brúkt er alt skreytið og krubban er tóm,
til smámannin øll sær nú venda,
men hesin eigur bert lummull í dag,
teir mugu á Danajørð lenda,
í biddaragongd rað á rað.

Tí grætur mítt gamla føðiland,
mín sál grætur sjálvandi við,
sjálvt um eg varð sligin og koyrilin fekk,
eg fylkjast vil lið um lið,
tí nú skal blokkurin vekk !

Hvat skulu vit brúka várt Merkið til,
sum nassarar fylkjast í flokk,
og sum narkomanar av ringsta slag,
fáa vit ongantíð nokk ?
av olmussum rað á rað.

Eg helt, alt var leyst og liðugt tann dag,
seinasta valgið var,
ein meiriluti av loysandi fólki,
okkum móti frælsinum bar,
men nú stendur váknið at hálki-.

Og vilja tit fjøtra tað fólkið her býr,
enn meira at danaveldið,
tað verður ein byrjan til endan hjá teim
ið nú hava Føroyar í valdið.
Tí her er ei tykkara heim !

Fyrst fingu vit málið í Kirkjuna inn,
teir aktaðu Merkið umsíður,
Tí nokta vit blankt og siga her nei !!
at fjøtra alt fólkið her stríðir,
til bindandi sambandsleið.!

At enda helt skaldið Jóanes Nielsen eina framúr røðu, fynduga og rámandi sum altíð. Fólkafundurin endaði við at brøðurnir Høgni og Poul Mohr sungu fyri Boðar tú til allar tjóðir. Millum røðurnar læs Laura Joensen yrkingar og Eyðun Nolsøe sang og spældi guitar.

Úr Miðlahúsinum tók Heri Árnason Simonsen talurnar hjá Høgna Mohr og Jónesi Nielsen upp. Klikk á nøvnini og síggj og hoyr røðurnar, sum eru á YouTube.

Eitt í allar mátar frálíkt og kveikjandi tiltak, sum vardi ein knappan tíma.