Átjandi desember og fjórði sunnudagur í advent. Klokkan ellivu stavar sólin skørp og lág inn yvir Tórsbyrgi, har jólatræið er tendrað. Í kvøld møtast børn og vaksin at syngja og dansa um træið og so verður farið í felagshúsið. Jú, tað stundar til jól, sum Kim syngur í Útvarpinum eftir guðstænastuna úr Vestmanna kirkju.
Í gjár sást ein svartur plastposi á hegninum við gøtuna á Tórgarði. Stuttligt flaggandi myndaevni í vindum, serliga nú sólin er so lág. Í dag varnaðist eg svarta lesull á sama stað.
Útsýnið av gøtuni millum Tórsbyrgi og Tórgarðsgøtu er opið út í hav, frá Eystnesi og heilt norður til Borðoy og Svínoy, suður til Glyvursnes og Skálhøvda á Sandoynni. Og neyvan byggir nakar upp fyri hesum útsýni í okkara tíð. Men hvør veit. Býráðsval verður næsta ár og tá kann millum mangt og alt henda.
Jens Petur, sum fær abbabørnini á gátt í kvøld, grevur kava í túninum. Ikki bara í egnum túni, men heilt oman til mínar dyr. Soleiðis er í Tórsbyrgi.
Og eitt hanagleiv burturi býr Carl Jóhan, sum vitjaði í gjárkvøldið. Eftir at hava funnið Das Einheitsfrontlied hjá Hannes Wader og Victor Jara hjá Hoola Bandoola Band á Spotify, fingu vit okkum ein góðan bita við turrum kjøti úr Kollinum og einum ráka av Talisker frá Isle of Skye. Vit sungu ikki Bella Ciao, men staðfestu at Carl Jóhan er bara nevndur einaferð í Tey sóu reytt, meðan Terje er nevndur tvær ferðir.