Í dag var móttøka og fráfaringarsamkoma í Kringvarpinum, tá Annika Mittún Jacobsen formelt segði farvæl eftir hálvfimta ár í heita stjórasessinum og Dia Midjord, sum í ellivu ár hevur starvast á tíðindadeildini í Útvarpinum, tók við stjórastarvinum í Kringvarpinum. Stjórastarvið er áramálsett til fimm ár. Formaðurin í Kringvarpsstýrinum, Rúni Heinesení, segði nøkur orð, eins og nýsetti aðalstjórin í Mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen, bar nøkur orð fram vegna ráðharran í mentamálum, Bjørn Kalsø, sum er í London á olympiadu. Annika fekk til gávus eitt stórt, reytt-svart prent eftir Hansinu Iversen. Annika er longu farin í nýtt starv sum økisleiðari hjá Scandinavian Data Central í Ballerup. Hon er útbúgvin cand. merc. dat í búskapi, kunnigartøkni, og leiðslu á Handelshøjskolen og CBS í Keypmannahavn. Hon kom úr deildarleiðarastarvi í Eik Banka, har hon hevði verið í fýra ár og innan hetta var hon verkætlanarleiðari og samskipari í stóru finsku fyritøkuni Pohjola, har 3400 fó...