Skip to main content

Stjóraskifti í Kringvarpinum



Í dag var móttøka og fráfaringarsamkoma í Kringvarpinum, tá Annika Mittún Jacobsen formelt segði farvæl eftir hálvfimta ár í heita stjórasessinum og Dia Midjord, sum í ellivu ár hevur starvast á tíðindadeildini í Útvarpinum, tók við stjórastarvinum í Kringvarpinum. Stjórastarvið er áramálsett til fimm ár.


Formaðurin í Kringvarpsstýrinum, Rúni Heinesení, segði nøkur orð, eins og nýsetti aðalstjórin í Mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen, bar nøkur orð fram vegna ráðharran í mentamálum, Bjørn Kalsø, sum er í London á olympiadu. Annika fekk til gávus eitt stórt, reytt-svart prent eftir Hansinu Iversen. Annika er longu farin í nýtt starv sum økisleiðari hjá Scandinavian Data Central í Ballerup. Hon er útbúgvin cand. merc. dat í búskapi, kunnigartøkni, og leiðslu á Handelshøjskolen og CBS í Keypmannahavn. Hon kom úr deildarleiðarastarvi í Eik Banka, har hon hevði verið í fýra ár og innan hetta var hon verkætlanarleiðari og samskipari í stóru finsku fyritøkuni Pohjola, har 3400 fólk starvast, í 6 ár.

Hóast Annika er útbúgvin í bankaverðini, er hon fyrsti Kringvarpsstjóri, ið hevur boðið mær á fund at meta um framleiðslur og ætlanir. Eftirsum eg havi gjørt sendingar í trý áratíggju, eri eg henni serstakliga takksamur fyri henda fríska opinleika og ynski henni alt tað besta á framhaldandi starvsleiðini. At vit hava verið ósamd um Dag & Viku og umsitingina av public service sáttmála hevur bara verið spennandi.


Dia Midjord er útbúgvin journalistur og hevur masterútbúgving í ítróttarleiðslu. Hann hevur verið limur í kringvarpsstýrinum í fýra ár og eitt skifti var hann redaksjónsleiðari á tíðindadeildini í Kringvarpinum. Skemtiliga helt aðalstjórin í Mentamálaráðnum fyri, at nú var lagamanni at leggja Dia-gram í Kringvarpinum.

Upp undir løgtingsvalið í fjør fann hann uppá hvøssu, knøppu og ikki sørt stuttligu sendingina Polimetrið, beint eftir middagstíðindini. Eg fekk tann heiður at vera við í øllum sendingunum at sleppa at meta um estetisku dimensjónina í valdystinum hjá hvørjum einstøkum flokki. Nú er at vóna at ráðini, bæði í krónum, tøkni og fólki, verða at skapa nýggjar sendingar á øllum trimum Kringvarpspallunum, gamla útvarpinum, knapt so gamla sjónvarpinum og nýggja internetinum. Góða eydnu við tí, Dia!

Og so var tað Sigrún Brend, sum nápaði myndatólið og helt tað vera synd at bloggarin sjálvur aldri var við á myndunum. So meðan endurstovnaða Kringvarpskórið í trappunum sang tveir sangir undir leiðslu av Kára Bæk og Bjarna Restorff, kemur her ein nápmynd frá Sigrún'sa hond, hinumegin frá. Enjoy!