Skip to main content

Tá pressan er sjúk


Hóast agurkutíðin, the silly season, skuldi verið av, hava sáttmálabundnir public service miðlar og ganska vanligir privatkapitalistiskir handilsmiðlar í inn- og útlandi hesa vikuna upplýst okkum um trý-fýra viðurskifti, sum eg haldi orsøk er at dvølja við.

Í fyrsta føri var tað okkara egni innlendski og einasti public service miðil, Útvarpið hjá Kringvarpi Føroya, sum visti at siga fyri vist, at ein lærari í Hósvík hevði bart eina gentu so illa, at hon mátti á skaðastovuna, har læknin heitti á pápan um at melda og ein fulltrúi í Mentamálaráðnum hevði skrivað eitt notat.

Alt um eina leið valdi einasti føroyski almannamiðil at verða lóggevandi, útinnandi og dømandi, umframt at vera fjórða samfelagsmakt, so sum natúrligt er hjá einum miðili. Uttan at fáa vart seg varð lærarin slaktaður við fullum navni, millumnavni og eftirnavni og er fyri opnari einvegis almannamikrofon deyðadømdur í sinum yrki.

Í London er ein sovorðin trongd komin á blaðstjóran á The Sun, at hann partú skal vísa reyvina á einum naknum prinsi í Las Vegas. Hetta er eitt spurssmál um talufrælsi, sum eingin skal taka frá mær, potz tausend dywel, sigur sannleiksvitnið sum ein annar Luther, nýuppstaðin úr túninum í Wittenberg. Guð hjálpi mær eg kann ikki annað enn at vísa tykkum reyvina á Harry. Hinvegin skal tað í sonnum upplýsingaranda tæna bretska blaðstjóranum til fyrimuns, at nú vit hava staðfest at føroysk huldufólk hava hol í rygginum, so kundi tað veri, at bretskir prinsar hava hol í reyvini, hvør veit.

Í morgun kom tað so fram í donsku avísini Politiken at maður forsetaráðharrans er ikki homoseksuellur. So vita vit tað. Tað var ein ótilrokniligur grannskoðari, sum var misskiltur og annars ikki longur arbeiðir fyri okkum, verður sagt frá Helle Thorning Smith og manni afturvið morgunkaffinum.

Og ikki havi eg meir enn svølgt, so er aftur ein ikki-søga í heimligu luftini. Heilt bókstaviliga í luftini. Og so fáa vit allar spurningarnar, sum almannaveldið okkara vegna vildi seta loftstjóranum, men sum ikki vildi svara, heldur ikki um hvørjir lutir kanska, kanska ikki, vóru brotnir, floygdir ella floyttir, inni ella úti. Ikki veit eg, tí the silly season er enn ikki av.

Meðan Kringvarpið enn var ókomið, sýndu privatu feløgini kring landið Soap. Hvør einstakur sjónvarpspartur endaði við hesum spurningi: “Confused? You won't be, after this week's episode of – Soap.” Og so kom ein røð av argandi spurningum: “Will Jessica discover Chester's affair? Will Benson discover Chester's affair? Will Benson care?” og til endans kom hetta gylta lyfti til allar hyggjarar: “These questions, and many others, will be answered in the next episode of – Soap.”

Kanska er ein skúrur av Soap úr erva nóg mikið at bjarga sjúku pressuni. Men tá vit vanligu fólk, sum ikki befatta okkum við pressu, eru sjúk, fara vit til lækna. So vísuliga er okkara samhaldsafasta samfelag innrættað. Ein læknalig tænasta fyri pressuna eigur at verða sett í verk, ongantíð ov skjótt. Helst ambulant, so hon ikki er bundin at nøkrum av teim trimum sjúkrahúsunum, men kann verða tilkallað allan sólarkringin og tað so aldeilis public service.

Tað hevði verið eitt plástur á sárið