Fimta nýggjársrøða løgmans fór lættliga niðurvið ræsta nýggjársdøgurðanum. Røðan hjá Kaj Leo Holm Johannessen varð hildin í somu karmum sum undanfarin ár, tó uttan Mikinesi á vegginum, og ikki við faldaðum hondum framm á borðið í endanum. Tað var gott. Men í løtum var herðingin so væl vand, at tað tyktist, sum lurtaði tú eftir RagnarRokk heldur enn løgmanni og í fleiri setningum var so langt millum orð og verðuleika, at røðan oftast kendist innantóm. Meir er ikki at siga um tað. Uttan bara tað, at ársins politiski sambandssetningur varð borin fram á Facebook um jólini, ikki av løgmanni, men av sambandsvalevninum Justinusi Eidesgaard, sum segði soleiðis: - Mentanarpolitikkurin, sum vit umsita og sum snýr seg um smápengar í stóra høpinum, er so klossut handfarin, at sambandsflokkurin hevur fingið alla mentanina upp á nakkan! Meðan heimligi politiski retorikkurin á Tingi neyvan hevur verið á lægri støði enn í ár, so hevur Margretha drotning altíð hepnast sjáldsama væ...