Hesa vikuna hava børn í øllum aldri tikið myndir í Vágsbotni. Og myndatólini eru ikki tey góðu gomlu. Nei, nú er tað ein teldil, sum piltarnir halda upp fyri seg. Í hesum føri er orsøkin tann, at ein lítil kúlubøka hevur spælt sær so lystiliga á vágni alla vikuna. Hon svimur spakuliga og kavar so nakrar minuttir, til hon aftur kemur upp at blása. Spaka kúlubøkan, sum er barduhvalur, etur fisk og tað er nógv at eta innan fyri molan, siga kavarar. Tá hon er fullvaksin verður hon ellivu til tólv metrar long og granskarar siga fyri vist, at vaksni hannhvalurin syngur fyri honhvalinum, og at allir hannhvalir í Norðuratlantshavi syngja sama sang. Fýra til seks ára gomul er kúlubøkan kynsbúgvin, og tá fer hon til Puerto Riko og Haiti at makast. Fimtan mánaðir seinni fær hon ein hvølp á sama stað. Og so ferðast hon norður og suður. Annað ella triðjahvørt ár fær kúlubøkan eftur ein hvølp. Sjálvt tjaldursgrælingurin er komin at hyggja. Hann stendur á Skinnaraskeri, meðan hini standa ...