Í gomlum døgum, tá pávin í Róm ráddi so væl fyri borgum, at øvrigheitin fekk stórheitsvanvid, var neyðugt at hava ein træl undir lið, ein hvørju megin. Tá ríðirnar av stórlætisørskapi skolaðu inn yvir lívsæla rómverjan, skuldu trælirnir teska í oyrað: Memento te mortalem esse, minst til at tú skalt doyggja. Akkurát sum tá teskarin í loyndum stendur fyri pallinum í Sjónleikarhúsinum, og fær leikaran, ið mist hevur tráðin, aftur á beint. Eg fari at seta mær henda setning á veggin. Memento te mortalem esse, minst til at tú skalt doyggja. Orsøkin er, at eg havi lisið norrøna sannleiksvitnið Politiken, sum vil vera við at føroyingar eru grindadrápsmenn, sum liva í einum blóðrúsi. Svart uppá hvítt, men eisini í litum. Manipulerandi reyðum, ja spruttandi, hjartapumpandi blóðreyðum, sum var tað eitt halalslaktarí á Nørrebro. Henda grafiska framseting í rætttrúgvandi danska meinigheitsblaðnum, fær meg at hugsa aftur á eina gamla faktuella sannkenning um, at danir í roynd og veru eru súkklutjóvar. Ja, súkklutjóvar, allir sum ein. Úr egnum royndum havi eg upplivað at danskarar stjala súkklur. Allastaðni har danskarar koma og fara, stjala teir súkklur. Ja, savnast tveir danir, so skal ein súkkla stjalast. Eg veit tað, tí tað er so. Sjálvt løgreglan kann einki gera við tað. - Far á nærmastu tokstøð, so finnur tú súkkluna, sigur uppgevandi danski løgreglumaðurin, sum skilliga er givin at harta súkklustjalandi danan, sum bara ikki kann lata vera. Og jú, har finni eg súkkluna. Hvørjaferð. Tí danin kann ikki halda sær at stjala súkklur til dagin og vegin. Sum ritstjóri má eg sláa kalt vatn í grindablóðið og telja gir á báðum hondum, skal eg ikki fella fyri freistingini at lýsa danskarar sum súkklutjóvar í øllum skúlabókum. Hóast eg av egnum royndum veit, at danskarar eru ein tjóð av súkklutjóvum og gírigum sigarettlánarum, so má eg fáa mær ein politikaratræl at teska mær í oyrað, at tað passar ikki. Danskarar stjala ikki sukklur. Danskarar lána ikki sigarettir. Danskarar eru ikki gírigir. Akkurát sum vit, eru teir deyðiligir, danskarar. Bara ikki á Politiken. Tað má vera ein suðurlendskur halalslaktari, sum er blivin bílætaredaktørur á Politikken. Ein svartsmuskutur súkklutjóvur. Her kemur teskarin inn: Memento te mortalem esse. Súkklupumpa, og teppið fer niður.