Skip to main content

G! er Gott!


Fríggjadagin læntu vit Mercedes kampingbilin hjá Eiriki og koyrdu til Syðrugøtu, har vit parkeraðu í gamla grótbrotinum omanfyri bygdina, meðan mánin setti yvir Gøtueiði.


Á hesum teini plagdu vit at savna fløskur fram við vegnum. Altíð í teirri síðuni, sum var ímóti ferðsluni, so vit sóu føraran. Aldri hinumegin, tí so fingu vit bilin i ryggin. Tað segði omma. Absalon og eg savnaðu einaferð so nógvar fløskur, at vit keyptu øll marengs, sum bakarin í Norðragøtu átti. 50 ár seinni er alt broytt og ørindini eru at fara á G!Festival.


Skip og bátar vagga á vágni og síggjast millum húsini í hvørjum skoti, frá gomlu Fiskamjølsfabrikkini og Turkihúsinum og yvir í bygdina.


Fjølmiðlamenninir Jens Jákup Hansen úr Kringvarpinum og Jan Arnskov úr Danmarks Radio standa vakt við hegnið millum gomlu húsini í Syðrugøtu meðan bátar strúka aftur og fram eftir víkini.


Komin inn um hegnið uppdagi eg ein nýggjan trend, at posera, at eygleiða fotografin og gera seg til fyri honum. Ung fólk í øllum alduri. Hey BirkBlogg, rópar ein ungur maður. Stuttligt.



Í heita anganum við pannukøkubúðina stendur ein ungur maður í heimabundnari troyggju við tjóðskaparliga Merkinum og tónlistarliga G! merkinum á.



Í skýmingini spæla smádreingir á sandinum, steðga eina løtu og kjakast um havsins fong, kanska sild og makrel, og hvussu hann besta og skjótast fæst umborð, í land og á marknaðin.


Longur yviri á sandinum stendur ein tax free sølumaður við einum vogni. Hann selur nýggjustu fløguna hjá Eivør, Room, meðan pallurin verður gjørdur klárur til lokalu prinsessuna, sum øll eru góð við og bera á lógvum.




Millum áhoyrararnar at lurta eftir Eivør hesa gandakendu skýminagarløtu á Gøtusandi eru Kristina Skoubo Bærentsen og beiggin, Kári.


Í myrkrinum rógva tey inn og út av Thorshavn við mati og køksútgerð. Har umborð ber til at fáa eina góða máltíð, tólv í senn, men eftirspurningurin er so stórur, at beint nú ber ikki til. Skilagott, at G!Festivalurin ger seg út at møta havinum á henda hátt.


Nú er vorðið myrkt og í eina glugganum er Helgi Rasmussen, sum bjóðar inn til eina hugnaliga løtu við práti kring borðið. Allar mest um film.


So er nýggjur morgun og vit verða rógvin út til Norðlýsið, har gudstænasta skal vera klokkan ellivu. Mitt á friðfyltu Gøtuvík. Umborð í minum báti eru trý úr Kingokórinum í Tjørnuvík. Tey vælsigna vík, fólk og skip við Kingoljóði, sum var tað eitt gluggatjald, ið varð drigið frá úr erva og niður. Friðsælt og undurbart. Nú skal nakað stórt henda.


Hin báturin er av øðrum slag, modernaður skjótur og rúmligur. Aftur ein hugvekjandi tanki á Gøtuvík. Tað nýggja og gamla við somu ørindum. Gudstænastu umborð á Norðlýsinum.


Meðan skjóttgangandi gummibáturin yvirhálar, greiða tey bæði, sum rógva mín bát, frá, at Thorshavn leggur seg upp at Norðlýsinum, so rúm er fyri øllum, um so er at tað skuldi tað blivið trongligt. Tað er blika long og eftir at Kingosangurin er liðugur, og hin báturin sløkkir motorin, hoyrist einki uttan árar og skvatl. Øll víkin er kvirr.


Jóannes Eidesgaard er skipari umborð á Thorshavn, sum leggur seg upp at Norðlýsinum at taka lut í gudstænastuni.


Umborð er fitt av fólki í øllum alduri. Hvør einasti staður verður brúktur sum sitipláss í flótandi kirkjuni á G!Festivalinum.


Skemtiligi teknarin úr Norðragøtu, Jens Klæmint Jacobsen, situr fremst fyri. Hann hevði framsýning á Varmakeldustevnu í Fuglafirði og eg helt meg kenn onkran aftur millum myndaevnini.


Viðareiðisprestur, Maria Jørðdal Niclasen, hevur latið seg í prestakjóla og ber stórsmílandi vín og altarbreyð upp úr lugarinum og setir tað á improviseraða altarið. Og so verðir ringt. Gudstænastan er byrjað.


Eftir at ringt er, er præludium við sangarum úr Kingokórinum í Tjørnuvík, sum hava lagt allar tankar um fjallgogu til viks, at vera við í hesi søguligu hending á Gøtuvík.


Hin unga Rósa Tyril úr Filadelfia í Gøtu hevur inngangsbøn, innilig og nemandi, frammanfyri stýrhúsinum, har áskriftin sigur Navigare necesse est. At sigla er neyðugt.


So er felagssálmur, Sí, úr havi rísur nú morgunsól, umborð á Norðlýsinum, sum eitt bil er havgangandi kirkja, sum fer um øll jarðisk mørk og duvar friðsælt undir víðasta lofti.


Marjun Bæk, sum í løtuni er sóknarprestur í Vestmanna, lesur lestur úr nýggju Altarbókini.


Theodor E.D.Olsen, sóknarprestur í Kvívík, sum eisini er orlogsprestur, heldur prædikuna, har hann minnir okkum á at vit øll eru umborð á sama báti. Umframt dagsins tekst, fer hann við tónleikafestivalum í huga eisini í plátusavnið hjá írsku U2, sum í mongum førum brúka júst Bíbliusøguna. Í sanginum Mysterious Ways tekur Theodor hesi orðini: To touch is to heal/ To hurt is to steal/ If you want to kiss the sky/ Better learn how to kneel.


Sangarar úr Mpiri framføra síðani eina motett frammi á dekkinum umborð á Norðlýsinum, meðan ovastu húsini í Syðrugøtu daga undan.


So er altargond fyri øll, sum eru umborð. Fólk stilla seg í eina innari og eina ytri røð, so prestarnir, Maria og Marjun, kunnu ganga framvið.





 Inga Poulsen Dam, sóknarprestur í Miðvági, signar kirkjuliðið á vágni.


Eftir signingina syngja vit í felag tjóðsangin, nummar 585 í Sámabókini, Tú alfgra land mitt.


Tá sangurin er liðugur sigur Rósa Tyril eina útgangsbøn.


Eftir biðisløg og postludium er gudstænastan á G!Festivalinum liðug og kirkjufólk, bátsfólk og prestar fara í bátarnar í gerandisklæðum, nomin av náði.


Vit rógva framvið hekkuni á Norðlýsinum og síggja yvir á Thorshavn, sum nú fer at gera klárt til matstovugestir.


Rógvandi inn eftir Gøtuvík koma vit aftur í gerandislag. Sandurin osar av hita, sum vóru vit í Suðurlondum, og fleiri svala sær á í sjónum.


Frá gomlu kajuni í Syðrugøtu kemur ein evarska lítil gummibátur við páhangsmotori og tveimum monnum úr Vágunum.


Inni á sandinum stendur Sigga Vang og deilir út heimagjørdar flogseðlar, sum gera vart við eitt bókmentatiltak, Read That Book, við upplesturi í stóra fjósinum hjá Per bónda, sum mundi verða bygt fyri fyrra verðaldarbardaga.


Millum yrkjararnar, ið lesa upp, er Sissal Kampmann, sum her sæst lesa fyri fjøldini inni í fjósinum, sum eisini verður brúkt sum VIP staður hjá teim innbodnu.


Tilsamans sjey yrkjarar lósu úr egnum verkum. Her eru tveir teirra avmyndaðir í túninum, tá teir í steðginum rullaðu sær eina sigarett, Alexander Kristiansen og Jóanes Nielsen.



Í Syðrugøtu er stutt at fara. Ongastaðni er langt, og so slettis ikki innanfyri festivalhegnið. Eitt hanagleiv úr fjósinum er Beduintjaldið, har Meinhard Jensen situr við mikrofonina og spælir tónleik, sum var tað Áðrenn Elvis í Útvarpinum.


Við lagaligum útvarpsljóði og søgum, sum vit aldri vistu av at vit skuldu hoyra, renni eg meg í útvarpskvinnuna Óluvu Zachariassen, sum saman við tveimum øðrum havfrúgvum njóta sólina á Gøtusandi.


Plátuaktuelli Kári Sverrisson syngur í næsta tjaldi við vegin omanfyri sandin. Lagaligt og hugfarsligt. Eingin ágangandi teknolarmur hesa løtuna. Praktfult meðan sólin er frammi og fólk koma úr øllum húsum og hornum, bara at práta.


Her koma hin tjekkaði Finnur Koba í svørtum og hin eins tjekkaði Sakaris Stóra við reyðari stjørnu og reyðum brillum.



Og mitt i tí heila kemur ein sveimari oman úr fjøllunum og lendir á vágni, beint við sandin.


Meðan eg fotograferi bátar og fólk í fjøruni við gomlu kajuna í Syðrugøtu, rópar Uni Arge av eini altan longur uppi.


Hann er inni hjá Páll Isholm, sum bjóðar innum og vísur fram tær mongu altanirnar, og tað frágera útsýnið, sum her er. Hetta er sum við Miðjarðarhavið.


Nú tysja fólk oman á sandin at hugna sær, sóla sær, svimja og spæla, innan tónleikurin tekur yvir á stóra pallinum.


Her eru kvinnur og menn í øllum alduri, á fyrri myndini fýra og á niðaru myndini tveir, Kim og Jóanes.



Á sandinum hava tey gjørt eina fiskadeild, har borðreitt verður við ymsum úr sjónum. Her sæst Meinhard aftur. Á træum hongur ein kongafiskur.


Her er ein kokkur farin at skera ein kongafisk, sum seinni kann fáast til matna beint her á sandinum.


Longur yviri er enn eitt borð, har Hotel Føroyar bjóðar saltfisk úr Gøtu. Ein frálíkur biti í sólini. Lættur, linur og vælsmakkandi. Hinumegin borðið var matskráin saltfiskur og eplamorl, sum baccala í katólsku londunum.


Omaná serverar Sophus Dal Christiasen, sølumaður hjá Føroya Bjór, eina spildurnýggja hvonn bjór.


Eftir vitjan í húsum í bygdini eru stundir til felagssang og bossanova, við Teiti og Eivør, millum kitsj og álvara, nú ólavsøkan við hátíðarligum felagssangi nærkast. Vinklingin í Gøtu er heilt serstøk eins og alt annað á skránni hjá G!Festivlinum. Skemt, ironi og pastisjur í gullklædningi, við teksti til øll á vegginum og konfekt til sangararnar á pallinum. 



Á minna pallinum, Spæliplássinum, savnast yngri lurtarar at hoyra stóra navnið Ásgeir Trausti. Her er ein av stjørnunum úr Eysturoynni.


Íslendski Ásgeir Trausti er bert 20 ára gamal og hevur verið at hoyrt í Útvarpinum í eitt hávt ár við sanginum Leyndarmál. Hann er her við avmarkaðum bólki, onkuntíð hevur hann bæði blásarar og kórsangarar afturat.


Stóra konsertin var við Nephew á sandinum. Tað er fjórða ferðin at teir spæla á G!Festivalinum. Skilligt er at forsangarin, Simon Kvamm, er fegin um Gøtu og ættarbondini higar. Hóast Nephew er eitt rættuliga vanligt rokkorkestur, eydnast teimum altíð at skapa eina framúr framførslu, ið fær fólkið við. Soleiðis varð eisini á Gøtusandi.




Hóast skráin ikki var komin at enda, var hetta ivaleyst hjá teim flestu. Náttin komi á og Boys In A Band fóru nú at spæla fyri náttarravnum. Dagin eftir eru øll farin, pallarnir og øll tøknin eru tikin niður og stólurin við Beduintjaldið stendur tómur. Tað er sum vil hann fevna allari Gøtuvík. Men við hvørjum og hvussu, tað bíða vit spent eftir at hoyra, tá skráni fyri næsta G!Festival so líðandi fer at verða avdúkað um eitt hálvt ár ella so. Men eitt er vist. Neyvan nakað einstakt tiltak, sum ikki er landsliðsfótbóltur, hevur sum G! sett Føroyar á heimskortið sum ferðamál og upplivingarmiðstøð av tí mest sjáldsama slagnum. G! hevur á fleiri økjum enduruppfunnið føroyingin og gjørt upp við vanahugsan, í ár við flótandi gudstænastuni. Og tað er ikki so lítið at flyta heimlig mørk og víðka um summarið. Og her stendur stólurin, tómur og fevnandi. Takk fyri sessin hesuferð.