Skip to main content

Posts

Showing posts from August, 2013

Seamus Heaney farin

Írska skaldið og Nobelvinnarin Seamus Heaney er deyður eftir stutta sjúkralegu á sjúkrahúsi í Dublin, 74 ára gamal. Kanska størsti yrkjari í okkara tíð, í hvussu er hin størsti at vitja Føroyar. Tá Norðurlandahúsið, Tórshavnar kommuna og onnur skipaðu fyri Listastevnu Føroya, var hvørt ár roynt at fáa hann higar at lesa og í 2005 bar til. Hann kom ikki higar at lesa, men at deila,  to share , sum hann segði um írsku og gælisku framførsluna, The Poet and the Piper , í Norðurlandahúsinum saman við floytuspælaranum Liam O’Flynn. -This is not a show but a sharing, segði hann, hetta er ikki eitt sjov, men ein løta at vera saman um. Seinni um kvøldið skipaði Amnesty International fyri móttøku í Gamla Meiarínum. Seamus Heaney man teljast millum størstu høvundar, ið hava vitjað her á landi. Tað hepnaðist altíð væl at finna samsarvsfelagar at stuðla uppundir Listastevnurnar og at gera vart við tilstundandi tiltkøk. Til júst hetta høvið í 2005 týddi Alexandur Kristiansen “Mýridrotning” (B...

Frá Chianti til Cash

Í gylta ljósinum hósmorgunin koyra vit frá bónadagarðinum í Cavriglia, har suðuri í Chianti í Toscana. Bilurin er pakkaður og leiðin gongur norðureftir, framvið strondini, fyrst til Pisa, har tey undir sólini dyrka nýggja ítrótt við veipandi ørmum. Hóast skeltið sigur, at grasið skal hava frið, er eingin ið gevur ti gætur. Hetta man verða heimsins minst aktaða skelti. Við bleikføroyskum leggjum royni eg meg eisini á friðaða italska bønum. Hetta er Torre pendente , Skeiva tornið í Pisa, sum longu fór at halla í 1173, tí lendið gav seg, tá byrjað varð at bygga klokkutornið, sum stóð liðugt í 1372 og skuldi ringja fyri dómkirkjuni við síðuna av. Hallið hevur verið 5,5 stig, men nú er tað bert 3,99 stig, upplýsa ferðamyndugleikarnir í gamla býnum, har kloakkdeymurin stendur ramur í nasarnar, meðan ágangandi afrikanskir seljarar herja á teg úr øllum ættum at selja ektaðar brillur, Dolce & Gabbana, og ektaði ur, Rolex, fyri ein sámuligan penga, special for you...