Skip to main content

Seamus Heaney farin


Írska skaldið og Nobelvinnarin Seamus Heaney er deyður eftir stutta sjúkralegu á sjúkrahúsi í Dublin, 74 ára gamal. Kanska størsti yrkjari í okkara tíð, í hvussu er hin størsti at vitja Føroyar. Tá Norðurlandahúsið, Tórshavnar kommuna og onnur skipaðu fyri Listastevnu Føroya, var hvørt ár roynt at fáa hann higar at lesa og í 2005 bar til. Hann kom ikki higar at lesa, men at deila, to share, sum hann segði um írsku og gælisku framførsluna, The Poet and the Piper, í Norðurlandahúsinum saman við floytuspælaranum Liam O’Flynn. -This is not a show but a sharing, segði hann, hetta er ikki eitt sjov, men ein løta at vera saman um. Seinni um kvøldið skipaði Amnesty International fyri móttøku í Gamla Meiarínum. Seamus Heaney man teljast millum størstu høvundar, ið hava vitjað her á landi. Tað hepnaðist altíð væl at finna samsarvsfelagar at stuðla uppundir Listastevnurnar og at gera vart við tilstundandi tiltkøk. Til júst hetta høvið í 2005 týddi Alexandur Kristiansen “Mýridrotning” (Bog Queen, úr savninum North, 1975) hjá Seamus Heaney, sum varð sett á prent í Sosialinum í august. Seamus Heaney varð føddur í 1939 í Castledawson í Norðurírlandi. Hann var yrkjari, sjónleikaskald og ummælari, og fekk Bókmentaheiðursløn Nobels í 1995. “Mýridrotning” er endurprentað í Vencili Nr. 1/2006.