Skip to main content

Kirkjur og Pinocchio


Leygardagin rullar tokið inn á tokstøðina í Firenze. Vit rulla kuffertini víðari eftir Nýggja Sankta Maria torginum, omanfyri, og skriva okkum inn á Palazzo Dal Borgo, har tey brúka ein søguligan lykil, sum ikki fer í lumman av misgávum. Hóast fýrastjørnað er nóg mikið við tveimum.


Niðanfyri sæst útsýnið av gamla miðbýarhotellinum, eitt av mongu Santa Maria tornunum í býnum, sum høvundurin T.S. Eliot skal hava notið í 1957. Tað sigur ein dagbók við diskin. Tykist, sum áhugin fyri altjóða yrkjarum er stórur á hotellinum. Millum mongu tilboðini um útferðir, eru eisini yrkingasøvn frá ráðstevnum, sum hava verið í býnum, frammi á borðunum. 


ST stovnurin UNESCO hevur skrásett søguliga miðbýin í Firenze sum ómissandi part av heimsins mentanararvi. Skeltið hongur í prangandi býarhúsunum, Palazzo Vecchio, har standmyndin av Dávidi upprunaliga stóð.


At trongu gøturnar og stórbæru bygningarnir í miðbýnum eru týðandi verk í heimsins mentanarsøgu, er einki at taka seg aftur í. Tað er sjón fyri søgn í hesum lívliga býi, sum dregur ferðafólk í hópatali til sín.



Nonnur síggjast fara um torgið og tú skilir, at søguligu bygningarnir ikki eru deyðir og forniskar kulissur, men opnir og spilllivandi og verða brúktir til teirra upprunaliga endamál.


Firenze er súkklubýur burturav. Tí er sjálvandi eisini møguleiki at súkla saman við kønum ferðaleiðarum og hoyra um ríku mentanarsøguna í býnum. Her eru súklandi ferðafólkini avmyndaði í skugganum á Santa Croce torginum framman fyri samnevndu kirkjuna. 


Í flammandi reyðum og svørtum dregur sniðgevin Roberto Cavalli, sum er úr Firenze, okkum til nútíðina, sum vóru vit eina løtu í Milano.


Á Vaglinum, Republikkplássinum, er bókamessa í einum stórum telti, har til ber at fara inn, lesa og keypa. Men bara á italskum.





Á Republikkplássinum tysja ferðafólk úr øllum fýra hornum, og málarar sita klárir at avmynda teg, meðan rópandi sølufólk halda turrikløð, modellervoks og aðrar løgnar lutir, tú ikki visti vóru til og enn minni hevur hug at keypa, framm fyri teg.



Tað er heitt í mðbýnum og matstovurnar flyta út á torgið við svalandi blásarum og sprinklarum.


Vit ganga oman til ánna Arno at svala okkum á við einum vælsmakkandi italskum ísi framman fyri gomlu brúnni, Ponte Vecchio.




Brúgvin er frá 1345 og lukkutíð bumbaðu týsku nasistarir hana ikki undir krígnum, tá teir tóku seg aftur. Her var upprunaliga sláturstaður og sølupláss hjá slaktarum í Firenze, til hertogin Fernandino I helt, at slaktið, og serliga piðaðu krovini, sum flutu í ánni, luktaði so illa. Hann fekk ístaðin gullhandlarar at amast upp at brúnni, tí tað var vakrari ávegis til slotti, Palazzo Pitti. Og tað sæst enn. Gullhandlar í hópatali eru við brúnna, sum tykist draga øll heimsins ferðafólk higar. Hetta man vera mest avmyndaði staður í Firenze, eftirsum Dávid kongur, standmyndin hjá Michelangelo, ikki er loyvdur at avmynda. Ponte Vecchio er eitt av heimsins sjáldsomu vørumerkjum, eitt slitsterkt brand, sum øll vilja eiga lut í og tað so ítøkiliga, at pør seta hangilás í standmyndina av Benvenuto Cellini, sum var gullsmiðjur her í býnum um sama mundið, sum Michelangelo gjørdi standmyndina av Dávid kongi í 15-talinum. So skriva tey navn á lásið og blaka lykilin í ánna, hóast ávarað verður við bót á túsund krónur um ein tekur slík óráð fyri í dag.



Firenze er eisini heimstaður hjá Pinocchio, sum Carlo Collodi skrivað í 1883. Tað sæst í mongum sølubúðum og øðrum tilsipingum í býnum.




Ein feril av Pinoccho og verksmiðjuni hjá Gepetto sæst aftur í sølutilboðunum á torginum, har ein vil selja mær mitt navn í træbókstavum, sum eitt tok dregur avstað.


Enn meir spælandi eru mongu maskuhandlarnir í Firenze, sum eisini bjóða til skeið at gera klassiskar maskur.


So er sunnudagur í Firenze, hin tjúgundi í kirkjuárinum, sigur prentaða skráin, sum vit fáa í hondina, tá vit fara inn í Dómkirkjuna, Il Duomo di Firenze, og seta okkum undir risastóra hválvið, har orð er fátøk og helst eisini óneyðug.


Dómkirkjan, sum er í trímum, er bygd frá 1296 til 1436 og er partur av UNESCO skrásetingini í miðbýnum.


Nú er kvøld í Firenze og í summarhitanum gera tey nógv burturúr at halda býin reinan. Rusk verður savnað og spulað verður á øllum torgum. 


Dagsins Vespamynd er brandgul og tikin á Sankta Maria torginum, har vit búgva. Í morgin leiga vit ein bil frá EuropCar og koyra til Chianti, innan vit leggja leiðina norðureftir til Malpensa.