Mikudagin byrjaði fimmtifimta filmstevnan í Norðurtyska Hansabýnum Lübeck. Til og við sunnudagin 3. november verða tilsamans 163 filmar sýndir. Filmarnir, sum er av øllum sløgum og longdum, eru úr Norðurlondum, Baltalondum og úr Schleswig-Holstein/Hamburg. Sama kvøld fekk danski Thomas Vinterberg (f.1969) virðisløn í Oslo fyri ársins besta norðurlendska film, Jagten . Eg hitti hann og dóttrina í fjør, har hann saman við familjuni vísti hugtakandi filmin. Tey eru avmyndaði á tokstøðini í Lübeck. Men enn er langt, til vit koma so langt. Væl hvildur, fær Sakaris sær morgunkaffi og dagsins fyrstu sigarett í havanum hjá Elisabeth, systur mínari, í Brønshøj. Sakaris hevur tendrað telduna, sum hevur søguligu gittaráskriftina hjá Woody Guthrie (1912-1967) This machine kills fascists. Leygardagin skal hann vísa filmin Summarnátt í Lübeck. So gongur leiðin inn á Høvuðsjarnbreytarstøðina í Keypmannahavn, har vit fyrst taka danska DSB tokið til Rødby, týsku ferju...