Í Útvarpinum í morgun hefti eg meg við, at leiðarin í Ráðnum fyri ferðslutrygd helt, at ein bót, eg veit ikki fyri hvat, sum í løtuni var fimmhundrað krónur, burdi verið sett upp til fimtanhundrað krónur. Og við sett upp meini eg upphæddina, sum verður tikin úr mínum mannliga ferðslupungi og løgd á borðið, tá eg havi forbrotið meg. Í Degi og Viku var ein mannligur bóndi á Skælingi, sum eftirlýsti, hvat tað var hann betalti fyri, tá hann á lógligan hátt valdi at boða myndugleikunum frá, at nú flutti hann seyð av einum stykki í eitt annað. Hann ordnaði alt pappírarbeiði sjálvur, men skuldi kortini betala eitt avgjald til øvrigheitina í Havn. Fyri gjaldið fekk hann einki eftirlit, og eini djóralæknin sigur beint í kamera, at tey kunnu ikki koma á staðin, og so er tað tað, at øll kunnu snýta kortini. Og enn ein kvinnuligur øvrigheitspersónur sigur live, at tey bíða eftir, hvat løgreglan sigur, tí hon, løgreglan, er biðin um at kanna viðførisrúmini, so tað almenna kann vita, um privatir bilførarar og aðrir bøndur koyra við seyði í afturfallinum um føroyskar firðir og sund. Hvat fór gjaldið so til, tá greitt var, at einki fekst fyri tað frá tí almenna? Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum hevur upp í saman verið frammi við hesum sama uppáháldi, at pungurin er mannsins besta stýriamboð. Í hvussu er tá vit skulu stýra rúsdrekka- og tubbaksnýtslu. Jú dýrari, jú betri hevur tað almenna stýrt. Tá er eydnukravið rokkið og kann erstatta tíggju lógligar eydnubollar í einum pakka hvørja ferðina frá Apotekinum. Og vilja vit ferðast um flogvøllin, so skulu vit eisini betala alment avgjald, eg veit ikki fyri hvat, kanska fyri at standa í kønkandi kø á einum byggiplássi og anda larm og dust í okkum. Sami innkrevjingarmyndugleiki, fíggjarmálaráðharrin, sigur, at nú hevur hann mína vegna gjørt nýggja avtalu um mína persónligu persónspensión, sum hann vil hava skattaða við inngjald, tí hann hevur betri tiltrúgv til mítt persónliga kredittvirði her og nú, enn í einum Framtíðarføroyum, sum hann týðuliga ikki trýr uppá. Aftur grípur hin stóri bastian í mín persónliga pung at stýra landsins ónøktaða tørv. Nú eru stundir at rista dustið av eini gamlar bók og skriva nýggjan kapitul í bóklingin hjá D.P. Danielsen (1913-1991) frá 1970 Hvat fæst frá tí almenna.