Í norðurtýska Hansabýnum, Lübeck, hevur norðurlendsk filmstevna verið síðani 1956. Stevnan, sum verður hildan á 55. sinni í døgunum 30. oktober - 3. november 2013, er hin einasta, ið hvørt ár savnar nýggjan norðurlendskan film og filmar úr Baltalondum á einum stað. Í ár eru ikki færri enn 160 filmar úr hesum londum settir á skrá. Sakaris, omanfyri, eigur ein teirra.
Filmurin, ið setir stevnuna, er hin íslendski Hross í oss, sum á enskum hevur heitið Of Horses and Men, og er íslendska uppskotið at fáa Oscarvirðisløn. - Hetta er ein filmur um rossið í menniskjum og menniskjað í rossinum, sigur leikarin Benedikt Erlingsson, og nevnir filmarnar Magnolia (1999) og Shortcuts (1993). Hetta er fyrsti filmur, ið hann leikstjórnar. Umframt ross, eru Maria Ellingsen og Kristbjørg Kjeld millum leikararnar, og framleiðari er hin víðagitni Friðrik Þór Friðriksson, sum hevur vitjað í Føroyum og víst film her.
Og her er Sakaris avmyndaður í fjør saman við Lindu Fröhlich, sum er listarligur leiðari av filmsstevnuni í Lübeck.
Býurin Lübeck er lítil og hugnaligur, týðuliga merktur av nostalgi, men eisini kulturradikalismus. Filmstevnan hevur góða lokala undirtøku og týskarar tykjast leggja sær ein part av summarferiuni til júst hesar dagar, stevnan varar. Linde Fröhlich, niðanfyri, vitjaði í Føroyum í fjør, ti hon var innboðin altjóða dómsnevndarlimur, tá Geytaheiðurslønin varð latin á fyrsta sinni.
Eftir somu fortreytum er amerikanska Meira Blaustein, niðanfyri, boðin við í Geytadómsnevndina í ár. Hon stjórnar árligu filmstevnuni The Woodstock International Film Festival í navnframa økinum, har Woodstock festivalurin var í 1969.