Skip to main content

Orðabókadagar


So eru aftur orðabókadagar, sum minna okkum á, hvussu gott tað er at kenna turt og skróvandi orðabókapappír millum fingrarnar. Upp og niður, stav fyri stav, síðu eftir síðu. Tað havi eg ikki gjørt í trý ár. Tí vórðu orðabøkurnar á loftinum dustutar at taka fram og blaða upp í, nú talgilda orðabókin hjá Sprotanum ikki riggar eftir FirstClass skipanini, sum allir skúlar í landinum brúka. Óheppið, tí skúlarnir byrjaðu í gjár. Til arbeiðis riggar alt, tí tann IP-adressan er á heimabeiti hjá Sprotanum, sum umsitur allar tær kendu pappírsorðabøkurnar í talgildum skapi. Men summi eru fegin um støðuna. Á Facebook síggi eg útbúnar lærarar skriva beint fram at Sprotin og bendarar í Námi oyðileggja føroyska málið hvønn einsta dag í árinum. Tí eru teir fegnir um, at henda tænasta ikki riggar at spilla málið. Hvønn dag. Eg eri í hinari grøvini. Gamaní kann eg skriva ein tekst uttan orðabók, men eg lati hann ikki frá mær uttan at hava hugt í eina orðabók eftir øllum ivamálum. Onkuntíð eru tey nokkso nógv, og aðrar tíðir villist eg inn í orðabokina, tí eg sá eitt orð, sum eg ikki visti var til. Orðabøkur eru hurðar, sum ganga inn í og út úr málinum. Tær eru vælsignaðar at leggja undir eyguni og kenna millum fingrarnar. Góðan orðabókadag, allir faklærdir lærarar kring landið. Fyri løn eru tit slopnir at eiga málið millum átta og trý í ein mansaldur. Men tað er bara til láns. Eingin harmar læraradeyða.