Í nátt er fullmáni, full sól, av tí bláa slagnum, Blue Moon , sum Connee Boswell og onnur hava sungið um heilt síðan millumkrígsárini. Henda dag og hesa nátt skal ein ansa sær, siga søgurnar. Once in a Blue Moon kann merkja sjáldsamt hepni, men eisini tað beint øvugta. Men hetta við bláa mánanum er kanska ein misskiljing, ið stavar frá amerikanskum bóndum, sum 1932-1957 prentaðu ein álmanakka, Main Farmer’s Almanac. Har varð mánin fyrstu ferð lýstur sum bláur. Longu í 1934 høvdu Richard Rodgers og Lorenz Hart skrivað sangin Blue Moon fyri filmsfelagið MGM. Hann varð royndur í ymsum filmum, íalt sjey higar til dags, og eftir eina romantiska umskriving fór ein útvarpsstøð at brúka hann sum eyðkennislag í 1935. Billy Eckstine og Mel Tormé sungu báðir um bláa mánan í 1949, og í 1961 bleiv hann kendur um allan heim við The Marcels. Bæði Sinatra og Elvis hava sungið um Blue Moon og eitt brot var við í sangleikinum Grease . Í dag er hann millum kendastu standards í øllum tónleikasjan...