Skip to main content

Gott Beatles nýggjár!


Tað eru Beatlesdagar í hesum døgum. Jóladag komu Beatles á Spotify, og nýggjársdag fer sjónvarpsrásin DR K at senda Beatlesfilmar frá klokkan hálvgum fýra til klokkan ellivu. Byrjað verður við drúgva Martin Scorsese filminum frá 2011, Living in a Material World, sum er um George Harrison. Og betri samanrenning kann tað neyvan blíva, tá ein amerikanskur speedsnakkandi katólskur mystikari í kædningi, sum fyrr hevur gjørt The Last Waltz (1978), fer at lýsa ein bretskan inntonktan og ofta eysturlendskt vendan arbeiðaramystikara í kovboybuksum, sum í tí stilla forførir konufólk, tá hann ikki koyrir í rasarabilum, og sum hin einasti í rocktónleiki brúkar Gudsnavnið í fleirtali í Awaiting on you All. Í eina tíð mín favorittsangur. Síðani kemur How the Beatles Rocked the Kremlin, sum er BBC filmur frá 2009. Ein tanki í kjalarvørrinum á hesum filmi er, at tað mest vóru The Beatles, ið endaðu kalda kríggið, ella í hvussu er forðaðu fyri, at tað helt fram og breiddi um seg. Mest spentur eri eg tó uppá triðja filmin, sum er Becoming The Beatles. Veit einki um hann, men giti, at hetta er amerikanski Ron Howard filmurin frá í ár, sum hevur fingið nógv rós. Undir heitinum The Beatles Live Project, kunngjørdi Apple Corps í fjør summar, at Oscarvinnarin Howard fer at leikstjórna ein ætlaðan film í tøttum samstarvi við Paul McCartney, Ringo Starr, Yoko Ono Lennon og Oliviu Harrison. Í tíðindaskrivinum var Ron Howard fegin um uppgávuna: "I am excited and honored to be working with Apple and the White Horse team on this astounding story of these four young men who stormed the world in 1964. Their impact on popular culture and the human experience cannot be exaggerated." Nýggi heimildarfilmurin um The Beatles skal varpa ljós á fyrstu dagarnar í the Cavern Club í Liverpool, tíðina í Hamburg og seinastu almennu konsertina í Candlestick Park í San Francisco í 1966, tá vit altso síggja burtur frá Let it Be konsertini á Appletakinum í London í 1969. Eftir henda nýggja amerikanska heimildarfilm kemur biograffilmurin hjá Richard Lester frá 1964, A Hard Day’s Night. Beatlesskráin hjá DR K endar við Discovering Lennon (2010). Nú eru stundir at leita gomlu pláturnar fram. Bestu havi eg leingi heildið vera Rubber Soul og onkuntíð brot av Revolver. Men hin mest slitna er Beatles for Sale. Og tær mest burturblivnu, sum aldri komu afturíaftur, eru The White Album við øllum innmati og Abbey Road. Gott at alt er við hondina á Spotify. Nú er síða tvey á Abbey Road hin stuttligasta at klikkja seg inn á og bara spæla á knappaborðinum. Helst verður tað eitt gott Beatles nýggjár!