Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2016

LensCulture ummælir myndir av Sornfelli

So  havi eg fyri fyrstu ferð í lívinum fingið svar uppá nakrar fotomyndir, sum eg til stuttleika sendi inn til eina street foto kapping hjá tíðarritinum LensCulture, har fotografar úr 141 londum tóku lut. Ikki fyri at vinna, tí tað gjørdi eg ikki, men fyri at fáa eina yrkislærda afturmelding, sum kanska kundi siga okkurt óvæntað. Í dag kom lærandi afturmeldingin, ið er soljóðandi: Hello Birgir, thank you for sharing your series, “ Cracks on the path to The Cold War. ” From your statement, I understand you are documenting the mountain road leading to the Cold War early warning radar system on the mountain Sornfelli in the Faroe Islands. It is my pleasure to review your submission. Below I have noted some comments, suggestions, and questions: Your series is absolutely strong and cohesive. If you are not successful in this competition, I would highly suggest you continue to show this work by submitting it to future contests and exhibition opportunities. Your photographs ha...

Og hin lamni dansaði samba

Leygarkvøldið, meðan le Mercé er í Barcelona, eru skrúðgongur, trummudansur og sjónleikur í gøtunum. Ein óvanliga vælspældani trummuskúli, SagreSamba, er í gøtuni og fangar straks mín áhuga. Eg fangi tey á filmi við telefonini. Trýst á myndina! Men tað var ikki bara eg, ið varð drigin at hesum fantastiska sambatrummuskúla í Barcelona. Ein blindur og lamin biddari, sum hevði sitið á gøtuhorninum við einum bikari framm fyri seg, blakaði bæði høkjur og bikar, og fór at dansa samba á gøtuni. Veit ikki, um allir biddarar í Barcelona eru so óheiðurligir sum hesin. Ein uggi er tó, at neyvan er nakar stórbýur við so fáum sjónligum biddarum, sum her. So eru stundir til ein svalligan sangria í Venus í síðugøtuni. Dagin eftir, sunnudagin 25. september, endar hátíðin við fýrverki og hørðum krútbrestum, har børnini ganga fremst. So koma tey vaksnu í okkultum miðaldarbúnum. Tað brestur og fýkur um oyruni. So kemur ein dreki, ið roykir pípu, sum bráddliga umskapast...

Skal ferðavinnan oyðileggja besta býin?

Hví skal ferðavinnan sleppa at oyðileggja okkara bý, spyrja katalonsku mótmælisfólkini uttanfyri Ajuntament de Barcelona, Ráðhúsið, mitt í býnum, meðan flaggið og búnar síggjast aftanfyri. Tað er la Mercé, sum eru hátíðardagar frá 22.-25. september. Mótmælisgongan í ferðafólkabýnum er ágangandi og sigur og skrivar: My Home is not Your Home. So ganga tey oman eftir gøtuni og síggjast og hoyrast í øllum tí gamla býnum. Hóast takksemi fyri at vitja býin stendur á hvørjari handilskvittan, er tónin ein annar á gøtuni. Fólkið vil ikki hava turismu, sum køvur býin. Niðri við havnina síggjast uppsløg, sum greina ónøgdina og hvat hon snýr seg um. Ferðafólkini skulu halda seg burtur frá privatu íbúðunum. Tað er tað, ið málið snýr seg um. Monica livir fult og heilt av at leiga íbúðir á nettænastuni Airbnb í Barcelona. Tað er hon vælnøgd við, óansæð, hvat hotellini og onnur fólk siga. Tað er ein fín fólkslig tænasta, uttan dýrkandi millumlið og krøv um ónyttug avkast til...

Fiskur eftir egnum vali

Í Barcelona og beint sunnanfyri, í býnum Sitges, eru tilsamans sjey matstovur undir navninum La Paradeta. Hóast lítið prangandi, eru tær so vælumtóktar, at long bíðirøð eru uttanfyri, so sum sæst omanfyri. Uttanfyri diskin kjakast russiska parið um havtasku, hummara og krabba, meðan kvinnurnar innanfyri koyra í kramarhús og viga valdu vøruna. La Paradeta matstovurnar eru komnar til síðan 1994, og byggja allar á feskan fisk, krabba og skeljadjór í einum ótilgjørdum kafeterialíknandi stíli. Framgangsmátin er, at hin vitjandi velur úr tøka borðinum, so verður vigað og betalt, og tú fært eina klokku, sum blinkar, tá klárt er til forrætt, høvuðsrætt og omaná. Afturvið fæst breyð, fiskasúpan, salat og sitrónøl. Ein góð vitjan, sum kanska kundi kveikt útróðarmenn í Vágsbotni, at bjóða hinum ferðandi ein sjáldsama góðan og unikkan bita.

Nýggir marknaðir at skoða

Nógvir nýggir marknaðir eru at skoða í fremsta Miðjarðarhavsferðamannabýnum, Barcelona. Teir kunnu vera kirkjuligir, sum omanfyri, har ein japanskur turistur ytst til høgru, eins og eg sjálvur, roynir at avmynda reyðu avlátsljósini framman fyri Kristusmyndini við Mariu í skugganum til vinstru. Men meiri verðsligar ábendingar koma fram, tá iðrandi søluljósini eru uppi. Hvat er tá at gera? Myndirnar omanfyri eru úr kirkjuni Santa Maria Del Mar, sum er bygd niðri í la Ribera økinum millum ár 1329 og 1383. Longur upp í býnum er meir at síggja. Ja, mest í øllum Spanialandi. Har er undarliga byggiplássið, Sagrada Família, sum tey fóru at byggja í 1882 og enn ikki er liðug. Antoni Gaudi (1852-1926) teknaði. Ikki er hugsingur um at koma beint in av gøtuni at hyggja, tí útselt er tríggjar dagar fram, hóast vit eru síðst í september. Men uttanfyri er nóg mikið at síggja. Úr øllum ættum man henda kirkja vera mest brúkta baksýn til spanskar sjálvsmyndir. Tá er meira jarðbundið at ...