Skip to main content

Ein drypp í eygað aftur við morgunlestri frá Simonu


Nýggjasta Dimma fær meg at trúgva uppá mítt egna uppáhald um, at klummuskrivarin Simona, ja og so eisini lagsbróðurin Høgni í Sosialinum, eru bestu høvundar, pennar og vinklarar á bløðunum og í føroysku pressuni yvirhøvur. Tað er eingin, ið tekur tey bæði. Og tá hugsi eg ikki í teimum termum, sum medsysturin Joan Ørting varð endurgivin fyri, tá hon segði við ein av portalunum, at hon vildi verða tikin. Eins og allar kvinnur, visti hon at siga. Tað tøkumálið blandi eg meg slettis ikki uppí. Men eg skilji at Simona í dagsins klummu sipar til nýggja filmin Gratt í Gráum, sum nú gongur fyri fúlum hølum, har 98% eru kvinnur. Tað sigur kontrollørurin. Tí er tað serliga stuttligt, at Simona fær meg forvitnan, at síggja henda ónevniliga kvinnufilm, sum eg annars aldri hevði funnið uppá at skonkt ein tanka. Tað er powerskriving, sum fær meg at fara til Gratt í Gráum. Men kanska skal tað bara verða við tankan. Tankan um, at fáa Grey í eygnakrókin og eina rasputa tungu afturvið. Bvadr. Men Klumman var góð, fyri at gera eina parafrasu yvir søguna um skræddaran á Reyni, sum júst hevði sopið sósina afturvið stoktu haruni, sum var ein ketta. Í tí gráa kunnu tær mistakast, ketturnar, sum liva níggjufalt í allari skyggjan. Men nú má eg ansa mær, at skrivingin ikki fer av leið. Góðan fríggjadag og gott vikuskifti, Simona og allir skyggjandi pennar í verðini. Í Klummuni er verðin tykkara. Takk fyri tað!