Skip to main content

Vit fjølgast og verða skjótt 50.000


Fyri fyrstu ferð eru útlit fyri, at vit verða fleiri enn 50.000 fólk í Føroyum. Tí hevur Nám gjørt eina temasíðu á undirvísingarportalinum Snar um fólkatalsfrøði. Har verður tosað við Hans Paula Strøm á Hagstovuni, og tilfar úr Kringvarpinum og øðrum, er eisini á temasíðuni, sum hevur heitið Næstan 50.000.

Fyri tvey túsund árum síðan vóru 250 milliónir fólk í øllum heiminum. Fólkatalið vaks ógvuliga spakuliga, tí lívskorini vóru ikki serliga góð, og nógv fólk gjørdust ikki gomul.

Í árinum 1800 varð heimsins fólkatal ein milliard. Góð hundrað ár seinni varð fólkatalið tvífaldað, tvær milliardir. Men longu í 1961 var heimsins fólkatal tríggjar milliardir, og í 1999 var talið dupult so stórt. Í 2011 fór fólkatalið upp um sjey milliardir.

Framrokningar benda á, at fólkatalið veksur so mikið, at miðskeiðis í 2030’unum verða vit 8,4 milliard, og 9,6 milliard miðskeiðis í 2050’unum.

Í nógvum londum, har fólkatalið veksur skjótt, eru vánalig lívskor, meðan onnur lond, ið hava lítlan fólkavøkstur, hava góð lívskor.

Í fólkatalsfrøði merkir heimsins fólk tað samlaða talið av fólki, sum nú eru á lívi. Í august í 2016 varð mett, at 7,4 milliard fólk vóru á jørðini. Sameindu Tjóðir meta, at í árinum 2100 fer fólkatalið at verða 11,2 milliardir.

Við uppgávum og eftir galdandi námsætlan er tilfarið á nýggju temasíðuni Næstan 50.000 gjørt til hádeild í fólkaskúlanum, har fólkatalsfrøði er eitt kjarnaøki í lærugreinini landafrøði. Mælt verður til, at í ársætlanini verða brúktir 6-8 tímar í landafrøði til temasíðuna.

Myndina av rennandi børnunum, sum er brúkt ovast á temasíðuni, og sum sæst niðanfyri í heilum líki, tók Absalon Hansen, fotografur, tá flaggdagsrenning var í Havn í 2014.