Í bløðunum er gomul siðvenja at fáa ein høvund at skriva eina klummu, sum er meir undirhaldandi enn oddagreinin. Bretar rópa hetta column. Føroysku orðabøkurnar, í hvussu er tær, sum eg havi sæð, taka lívið av íbornu ætlanini, tá tær rópa klummuna ein teig, sum ein fastteigahøvundur ambætar. Tú hoyrir longu, hvussu ósexut hetta verður umsitið og útint. Ein teigur millum aðrar teigar.
Nei, klumman er ikki bara ein teigur millum aðrar teigar. Hon er, tá hon er best, eitt sjálvstøðugt listarligt avrik millum fremstu tíðarbæru skrivligu avrik, ikki fjart frá essay, sum orðabøkurnar binda niður í eina hjálparleysa roynd at skriva handahóvsverk, at seta undir teigin ritroynd, ið er hvaðna ósexutari heiti fyri heimsins hægstu skrivligu framseting.
Fyri stuttum skrivaði eina av okkara bestu klummuhøvundum, Armgarð Arge, eitt svar til sexistiska stílin hjá Tobba og okkum føroyskum monnum yvirhøvur. Tí elski eg at lesa Armgarð. Eg tók klummuna til mín og vildi fara at lesa hana nærri. Men tá var hon burtur, kipt sum sangfuglurin.
Í Dimmu í dag skrivar Simona Midjord úr mannfólkaoynni Suðuroy. Í hvussu er upplivur hon eitt mannfólkasamfelag av tí stuttliga slagnum, har skerpikjøt og øl eru fastir tættir, og sjálvt grundstøðið at síggja verðina uppá, tá stevnur eru. Eg elski at lesa hana, Simonu. Hon sigur okkum mannfólkum so óendaliga nógv.
Sosialurin, har heiðurskrýndi klummuskrivarin, Høgni Djurhuus, skrivar, hevur í seinastuni lagt Árna Gregersen í kjalravørrin á Høgna, og sett hann á niðaru helvtina á somu síðu undir yvirskriftini Ája.
Tað hóvar mær ikki. Tað er overflow innan sjangruna teigar til teitis.
Hvørt til sína tíð.
Gongdin seinastu tíðina hevur víst, at eingin kann sum konufólk við góðum penni í teigum til teitis, siga okkum monnum, hvussu vit til gerandis og heilagt spegla okkum í hvørjum øðrum.