Tá ein hyggur gjøgnum gyltu avrikina í matstovuyrkinum síðan aldarskiftið, er torført at fáa eygað á kvinnur, sum gamlar bøkur altíð hava bundið at matgerð og køksarbeiði, eftir at menninir hava flett. Henda søguliga ímynd verður gjørd til skamma, tá vit mitt í Gongini, Heima í Havn, hitta Ingun Schiller til eitt prát. Hon er útbúgvin tænari og lærari, og her í Gongini síggjast hennara avrik best. - Yrkisleiðin innan matstovuyrkið byrjaði á Maxim úti á Argjum í 1989-92, eitt fantastiskt tíðarskeið, ein nýggj, spennandi tíð innan føroysku matstovuvinnuna, sigur Ingun, sum varð við at byrja Nólsoyarstovu, og arbeiddi á Hotel Føroyum og umborð á Norrønu. Veturin 1993-94 var Ingun í sveisisku alpunum í reto-romanska landslutinum, Graubunden, har tey tosa romanskt. - Eg fór faktiskt niður til Sveis at læra týskt, sigur Ingun, ið síðan hevur arbeitt freelance sum flogterna frá 1996 til 2000, meðan hon gekk á læraraskúla, og til hon fekk børnini Anna í 2001 og Jónas í 2003. - Eg ha...