So er Mikkellermaðurin komin. Eg slapp at avmynda hann í gomlu Dandastovu, har sum Gullhornið og Gongin vóru fyrr, niðast í Bringsnagøtu, innanfyri diskin, meðan hann lesur bjórskránna við teim sekstan spesialbryggjunum á vegginum. Brettini og bitarnir undir loftinum benda huglagið á málningin hjá Emil Krause frá 1904 av dansarum á Viðareiði, sum nú hongur í býráðssalinum í Klaksvík. Eirikur Lindenskov, sum eins og Mikkel Borg Bjergsø er lærari, hevur sett øll húsini í stand, so ikki bara varðveitt søga, men eisini fynd og lív nú eru blást í gamla staðarnavnið Heima í Havn.
Mikkeller er skrásett vørumerki, sum varð stovnað í 2006. Talan er um eitt sonevnt nomadubryggjarí, ið ferðast um heimin at bryggja spennandi bjór á eksotiskum støðum, har tey leiga seg inn í ketlarnar. Áhugin er eins stórur og avkastið. Fyrsta føroyska royndin er ølin Gullhornið, sum er bryggjað hjá Okkara á Velbastað. Hin besta, eg havi smakkað, síðan eg fyri mongum árum síðan smakkaði Sierra Nevada pale ale við beiskum sitrussmakki í California.
- Hon fornermar so ongan, siga Føroya fremstu ølkennarar, Heri Petersen úr Vestmanna og Kim Simonsen av Strondum um harmoniskt beiska Gullhornið.
- Ein sum ordiliga fornermar og bjóðar av, er nummar trettan, beer geek versiónin við vanilju- og siropssmakki, siga teir, og greiða frá um køkuøl, øl, ið er sum ein heil dessert og fornermar tey flestu, tí hon er so óvæntað annarleiðis. Eg royni og kann ikki annað enn sanna, at gastronomisku ølkennararnir, Heri og Kim, hava rætt, og kunnu við orðum leiða meg gjøgnum smakkin, og leggja mær lag á, hvussu ein kennari smakkar øl - uttan at fáa kenning. Í hvussu er ikki beinan vegin. Men skal smakkur í, so fylgir styrkin ofta við, sæst á kritaða vegginum.
Men so nógv hin størsta marknaðarpartin eigur Føroya Bjór hjá Einari Waag í Klaksvík. Hann var eisini millum innbodnu gestirnar hjá Mikkeller í Havn, sum Johannes Jensen stendur fyri við Luis Pellecer sum barrvøri.
Matstovuleiðarin, John Mikkelsen, hugdi eisini inn úr grannahúsinum, Barbara Fish House, har opið er ímillum. Her í hjallaranum er eisini pláss at skifta orð um øl og bryggj úr skiftandi kaggunum.
Til upplatingina í Havn, hevði Mikkeller burturlutað eina ferð fyri tvey, bara tú taggaði ein vin at koma við tær. Hepnu vinnararnir vóru tvær vinkonur úr Brasil í Suðuramerika, Roberta Medina og Polyanna Rocha.