- Eg prenti, tí eri eg, sigur fotografurin Bill Schwab á talgildu Facebook vangamyndini. I print, therefore I am. Í 2005 fór hann undir Northern Light Press and Worhshop í Emmet County har norðuri í Michigan. Umframt fotografiskum verkstovum skipa tey eisini fyri árligu framsýningini Photostock við prentaðari fotolist. Omanfyri havi eg fangað hann í Kirkjubø, sum á triðja sinni er partur í fotografiskari verkstovu í Føroyum í tíggju dagar. Tey brúka samgild, analog, myndatól við filmi at framkalla og hópin av filtrum. Men tey hava eisini talgilda útgerð, at lýsa dagin og vegin á netinum, so fleiri kunnu fylgja við fotografisku Føroyaferðini. Ovast á Facebookbreddanum hjá Bill í dag er Koltur, tikin við dronu yvir Norðradalsskarði. Hin myndin, har vegurin verður eitt við skýggini, er tikin við somu dronu móti Mjørkadali.
Tey koyra í tveimum áttapersóna VW-bussum, sum tey hava leigað frá Unicar. Bill er sjálvur sjafførur í eina bussinum og fotografurin Kerik Kouklis úr Placerville í California, sum hevur lisið hydrogeologi, er sjafførur í hinum bilinum.
Amerikansku fotogestirnir leggja til brots beinanvegin. Veðrið er stak vánaligt, vindur og regn, men tey hava lurtað eftir veðurtíðindunum, sum siga, at tað slítur í og dregur frá út á dagin. Teimum dáma væl beinraknu og ikki sørt skaldsligu orðingarnar hjá føroysku veðurtænastuni, sum hon hoyrist úr Útvarpinum, við tulki rímiligvís. Hinvegin skilji eg, at bláur himmal er ikki fremstur í teirra myndahuga. Tað er heldur náttúran og tað, sum rørist í henni, vilt og ótamt.
Kirkjugarðurin og skiftandi ljósið, ikki bara úr loftinum, men eisini innan av havinum, er eitt afturvendandi myndaevni, sum amerikansku fotografarnir vísa stóran áhuga.
Hetta er so gott myndaevni og so spennandi ljós, at øll útgerðin verður tikin fram úr bilinum. Her er tað Jim Collum, sum til gerandis arbeiðir hjá Apple í Silicon Valley í California. Hann er ovfarin av góða netsambandinum í Føroyum
Steve Hanrahan er frá Berkley í California. Umframt litfagru húgvuna hevur hann hópin av samgildari og talgildari útgerð, og er sjáldsama skjótur at gera klárt til myndatøku.
Í Kirkjubø eru eisini fotografar úr Singapore. Øll passa seg og sítt, kirkjan er opin og eingin ger nøkrum ónáðir. Besta er nýggja vesið og rúmið, har fleiri fólk kunnu savnast og leggja ráð í regninum.
So til Syðradals eftir spennandi vegnum, sum ikki er gerandiskostur í USA. Ljósið skiftir alla tíðina og opið er beint út í hav. Angin av tara í Kirkjubø hongur enn í nasunum, tá vit opna bildyrnar og kenna nýggja angan av súrhoyggi og tøðum. Teimum dáma hetta. Soleiðis skal tað vera í bóndalandi.
Steve Hanrahan fer spelkin heilt oman til hegnið, so eg eri bangin og biði hann ansa eftir í hála bønum, tí her er bratt. - Ja, sigur hann. - Eg undrist yvir, at ikki filmar verða gjørdir her, tí her er so dramatiskt landslag. Hetta er fantastiskt. Sum í Lord of the Rings. Eitt grønt ævintýraland við drama allastaðni, sigur hann. Og so má eg siga Steve, at tað var um reppið, at Steven Spielberg og hansara framleiðslulið komu higar at gera filmin The Big Friendly Giant. Sparingar fingu tey at velja onnur upptøkustøð enn Føroyar.
Oman úr fjøllum rullar mjørkin og ger trøllslig myndaveni.
So leggja vit á Oynna og steðga omanfyri húsini í Mjørkadali. Tey halda tað vera stuttligt, at hesin danski bygningur, sum varð bygdur undir kalda krígnum, nú er blivin fongsul hjá donsku løgregluni. Kanska vevji eg meg inn í okkurt tjóðskaparligt, tí eini fotgrafurin, sum er úr New York, spyr um eg eri tjóðveldismaður. - Sæst tað so væl, spyrji eg snópin í góða útsýninum.
So eru vit í Bø, tað er turt, men enn er grátt. Handan skýggini hómast sólin, sum í løtum spælir í túninum, eins og aldurnar, ið spæla á sandi.
Tey kenna hvønn krók í lítlu bygdini og vita, hvar parkeringsplássini eru. Taka útgerðina fram og ganga oman á sandin, miðvís og dedikeraði.
Meðan maðurin, John David Brown, ið er tónleikalærari í Cedar Hill í Texas, og sæst undir hvítum hatti á sandunum í Bø, fotograferar, situr konan, Robyn Jorde, og málar við vatnlitum. - Eg eri ikki fotografur, tað er maðurin, sigur hon lítllátin, meðan Pætur Hansen og sonur hansara Martin, koma út at hyggja. Teir búgva í húsunum, sum fyrr vóru hotell.
Og her er vatnlitaúrslitið hjá Robyn Jorde úr Texas hesa dýrdarløtu við Kirkjubreyt í Bø. Giti, at hon fer at hava framsýning í Texas við føroyskum vatnlitamyndum. Stay tuned, sum tey siga.
Onkur fer inn í kirkjuna, lykilin er í hurðini, og tey varnast gravsteinin frá 1937, ið er reistur til minnis um fýra menn, sum fórust á sjónum. Á brúnni millum Dávabreyt og Traðarveg hevur Steve frá Berkley sett fótin undir myndatólið og tekur filtrini fram, at fanga litspælið í fossinum meðan aprílsólin brýtur sær veg gjøgnum skýggini.
Bóndin hevur júst verið framvið og givið seyðinum. Lombini spæla á bønum, og eg fangi hitt svartføtta lambið, sum við einum demonstrativum feti ger amerikanarunum greitt, hvør er The King of the Road í Bø.
Smittaður av várlombunum fer Bill eisini at spæla. Hann tekur stóra svarta kuffertið úr bussinum og setur dronuna saman. Bara rullið av kuffertinum hoyrist um alla bygdina. Við iPad og góðum netsambandi er hetta rætta leikutoy fyri spælandi fólk í øllum alduri og úr øllum tjóðum. Fantastiskt!
Seinasta fotostopp er Gásadalur við Múlafossi, sum tey øll kenna frá starvsfeløgum og vinfólki, sum fyrr hava verið her. Tey kenna eisini Wim Wenders, og nikka sannførandi, tá tey hoyra, at Submergence er tikin í hesum øki. Enn er hann ikki vístur í Føroyum, tí danskir biografar hava ikki áhuga í honum. Men svenska deildin av Scanbox, sum eigur filmin í Norðurlondum, vil loyva føroyingum at vísa hann í summar.
Innan sólin setur yvir Mykinesi, Gásadali og allari verðini, eru amerikansku gestirnir sannførdir um, at Føroyar frá náttúrunnar hond eru ein drama pallur. - Her er so dramatiskt, at eyga sær eitt nýtt myndaevni, hvar tú so hyggur í landslagnum, sigur Steve, meðan hini nikka játtandi, og eru væl nøgd við alt myndatilfarið, sum tey lognu fyrsta dagin hava við sær heim at arbeiða við, processing. Á pappíri, sum er teirra kall. Eg prenti, tí eri eg, sum ferðaleiðarin Bill sigur. Ímeðan fangi eg Bill við fartelefonini, spælandi við eina hundin hjá bóndanum í Gásadali. Nú hoyri eg hann floyta, bóndan.