Skip to main content

Úr tí esoteriska


Í vikuskiftinum kveikti Jóan Pauli Joensen meg við einum einasta orði, sum elvdi til, at eg slepti Havnini, og fór úr henni eina løtu. Tað var orðið esoteriskur, at Sunnudagshavnin var vorðin esoterisk, tað er innvavd í toku.


Professarin Jóan Pauli hevur so frálíka lívsjáttandi epistlar á Facebook, tí fremsta fólksliga almenni, sum miðlarnir ikki tora at taka í sín munn, og tí vevja inn í tokutalu, so sum ein av sosialu miðlunum ella fjesbókin. Tað ar alt um at gera, ikki at nevna Facebook, sum indikerar pøbilin og er eitt noa-orð hjá Übermentanini. Men rætt hevði hann, professarin við teim frálíku epistlunum. Havnin er esoterisk. Innvavd og fjald. Tað sæst eftir lítlari løtu í bili norður eftir Oyggj. Tað er sum í ævintýrinum, tá ungamamman sigur, hvussu stór verðin er og hvussu gott grønt er fyri eygað. Tað er sjón fyri søgn, tá vit síggja Eiðisbygd og Kollin frá tornaðu Myllánni.


So kom sólin fram í øllum veldi og skein oman í Hólman, har fótbóltsvøllurin hevur vunnið á Nykinum. So er bara at vóna, at Streymurin ikki eisini fer frá Eiðsfólki.



Í Funningi er klárt og grønt sum altíð hesa ársins tíð.


Men í Gøtu er aftur sami mjørki sum í esoterisku Havnini. Her fara vit um brúnna við Gøtugjógv. Gamli skúli, hin elsti, hómast til vinstru fyri framman.


Sama skil er í Klaksvík. Inni í Norðoyatunnlinum er nógv litfagrari enn uttanfyri. Her er sunnudagssýnið út yvir Borðoyarvík. Esoterisk um ein háls.


Og av nýggjastu húsahæddunum í Klaksvík er hetta sunnudagssýnið hjá bilføraranum yvir Pollin og út í Kalsoyarfjørð við Klakki til vinstru og Kunoyarnesi til høgru.


Á veg til Kunoyar kemur sólin fram. Aftaná nýggju Norðhavnina, har fyrr var skrellipláss, ið eg haldi tey kallaðu Bukkevald, akkurát sum í Havn, liggja risastóru skipini Christian í Grótinum og Norðborg. So kemur gamla kraftverkið hjá SEV við teim eyðkendu gulu húsunum og grønu vindskeiðunum og tekjunum norðuri á Strond. Men nú sæst ein so risastórur nýbygningur, "ið breiðir seg langt hinumegin urtagarðin og heilt inn í bøin hjá presti," sum ævintýrið vit byrjaðu við, sigur. Tað er beint fyri byrgingina um Haraldssund, at hesin bygningur dagar so óvæntað stórur fram, at eg má bíða til eg eri hinumegin at taka myndina, og kann sláa upp á netinum, hvat hetta er fyri nakað. Og píkarill er hetta heimsins størsta smoltstøð, sum Articon byggir fyri Bakkafrost. Og einki visti eg, har suðri millum húsini í Havn. Lukkutíð skrivar Articon soleiðis á heimasíðuni fyri tveimum árum síðan: "Bakkafrost og Articon hava skrivað undir sáttmála um bygging av heimsins størstu smoltstøð. Talan er um ein heildararbeiðstøkusáttmála, har Articon stendur fyri projektering og bygging av støðini. Eins og á smoltstøðini á Viðareiði ger danska fyritøkan AQS reinsiskipanina. Smoltstøðin verður bygd norðuri á Strond á lendið, sum Bakkafrost júst hevur keypt frá Klaksvíkar Kommunu. Smoltstøðin er knappar 20.000 m2 til víddar og rúmar 28.960 m3 av vatni. Lendisarbeiðið byrjar í næstum, og støðin skal standa liðug á heysti í 2018." Her sæst bygningurin frá hinari síðuni, beint fyri tunnulsmunnan á Kunoynni.


Útafturkomin úr Kunoyratunnlinum síggjast tveir søguligir smábygningar, eitt surrað gróthús í niðara borði og ein hóttafalshjallur í ovara borði. Báðar konstruktiónir hava trupult við at finna jarðarinnar nagla. Ímeðan verður leitað við heilhyljandi troli og øðrum bondum og stroppum.


Í hesum myndavakra staði millum lesull og fuglalát uppi við Viðarlundina í Kunoy finni eg ein rustaðan dubultnagla í enum steini, sum kanska er eitt boð uppá jarðarinnar festi, naglin.


Í allar ættir er sýnið lokkandi grønt. Ikki minst yvir um Kalsoyarfjørð og undarliga eyðkendu mjúku dalarnar norður eftir í grannaoynni.


So er skaffingartíð á sløttum undir Urðafjalli. Einki við at taka nøkur órað fyri at ganga har, sum ikki er gangandi. Nei, hjá havnarfólki er bilurin og asfaltið álitið. Ikki longur niðan.


Bilførarin er ótolin og setur seg við róðrið.


Komin til Klaksvíkar er enn drigið fyri og grátt í erva, men í løtum hómast skynið frá sólini. Tað er tað reina luksus. Men tá eg í eini av ovastu brekkunum niðan frá Kósini og har úti um leiðir síggi henda lastbilin parkeraðan ytst á brøttu tromini, tá fari eg at hugsa um bremsur og hvussu nógv tær munnu orka at halda og hvussu leingi. Við hesum brætta bremsutanka úr brættasta íbúðarlendi í Norðoyggjum, ja kanska í verðini, fara vit aftur til esoterisku Havnina. Best er á sløttum.