Mikukvøldið 5. september varð nýggi føroyski filmurin NINA frumsýndur á Filmsdøgum í Felag, sum Filmsfelagið skipar fyri. Fyri fullum húsum innleiddi leikstjórin, Maria Winther Olsen, frumsýningina við hesum orðum:
Gott kvøld og hjartaliga vælkomin til fyrstu sýning av NINA her í Havnar Bio
Eg eiti Maria Winther Olsen, og eg havi skrivað og leikstjórnað NINA, sum tit fara at síggja her á løriftinum um eina lítla løtu.
Men áðrenn tit sleppa tað, so ynski eg fyrst og fremst at takka øllum tykkum, sum á ein ella annan hátt hava verið partur av filmsferðini hjá Ninu. Hesin filmurin var ikki møguligur uttan alla hjálpina og stuðulunum, sum vit hava fingið, so av hjartanum takk!
Síðani ynski eg at takka Filmsfelagið og Havnar Bio fyri at spyrja um at vísa Ninu í sambandi við, at tit hava valt at seta fokus á Kvinnur á filmi. Og takk fyri, at tit hava valt at leggja dent á júst kvinnur á filmi. Tí um tað er nakað, sum eg sakni í filmsheiminum, so er tað nettup filmar av kvinnum og ikki minst filmar við kvinnum.
NINA hevur fylgt mær síðani 2014. Hetta hevur tískil leingi verið mítt lítla baby. Ætlanirnar og ynskini hava verið stórar og nógvar frá byrjani av, men serliga eitt hevur staðið mær nær frá byrjan til enda. Tað hevur verið, at sleppa at portrettera eina kvinnu við djúpd. Eina kvinnu, ið hevur bæði góðar og minni góðar síður. Ein kvinna, sum eg sjálv kundi kenna meg aftur í.
Eg havi nemliga eina uppliving av, at eg sjálvdan síggi ein film og hugsi: Yes, hasa kvinnuna kenni eg meg aftur í! Nei tíanverri er tað ofta soleiðis, at eg hugsi, er nøkur kvinna veruliga soleiðis? Hon er ein-demensionel og uttan djúpd. Tað kemst sjálvandi av, at tað sjálvdan eru kvinnur í høvuðsleiklutinum. Sum oftast eru tær har sum hjáleiklutir at undirbyggja mannfólka-høvuðsleiklutin. Tá kann gerast torført at geva nettup kvinnuni tíð at verða nuanceraða.
Í sambandi við temaið hjá Filmsfelagnum at leggja dent á kvinnur, havi eg hugsað um, hví tað er, at eg so sjálvdan kenni meg aftur í kvinnum á løriftinum og skerminum. Eg eri komin fram til, at eg upplivi ofta at kvinnan verður gjørd til ávíkavist eitt sexobjekt, eina businesskvinnu ella til eitt offur.
Fyri at taka tað fyrsta: sexobjektið. Yes, kvinnan sum altíð sær gott út, óansæð tíð og stað. Ein kvinna, sum dugur at tosa frekt og sigur júst tað, sum ein og hvør maður sikkurt gjarna vil hoyra. Ja, ein kvinna sum maðurin skal vinna, og sum uppá allar mátar er perfekt. Er hetta nakað eg kenni meg aftur í? Uppá ongan máta. Er hetta nakað eg vil kenna meg aftur í? Nei, faktiskt ikki.
Onnur týpan er kanska tann, sum onkur vildi sagt er tann “sterka kvinnan”. Ja kvinnan í klædningsjakka, ið handlar rationelt, hvørki tosar ella útrykkir kenslur, ja kanska heilt fýrakantað sagt, ein kvinna uttaná, men ein maður innaní. Kann kvinnan bert vera sterk um hon minnur um mannin? Ella skulu vit kanska verða betur til at vísa munin millum kynini, og at hvørt kyn hevur sínar styrkir? Um tað stóð til mín, so ja! Tí hetta er ein meira nuanserað mynd av veruleikanum. Kenni eg kanska meg aftur í tað rationella og í klædningsjakka? Nei tí eg elski kjólar og eg eri super kensluborin, men tað er nettup mín styrki.
Og fyri so at taka tað triðju kvinnuna, sum er offrið, so upplivi eg tað ofta soleiðis, at kvinnan verður ikki lýst sterk, men tvørtur ímóti. Hon er veik og skal hava hjálp. Og sjálvandi hjálp frá onkrum manni. Hví er tað soleiðis? Hví er tað ofta soleiðis, at okkara kyn verður gjørt til tað veika? Hvar er tann sterka frígjørda kvinnan? Eg meini so við, eg síggi sterkar kvinnur rundan um meg hvønn tann einasta dag. Hví geri eg ikki tað á løriftinum og skerminum?
Hetta eru spurningar, sum hava frustrerað meg, tí eg havi ikki kunna kent meg aftur í hesum kvinnunum sum eg havi sæð á filmi. Eg føli ikki, at eg eri bara tað eina, nei eg eri skam nógv. Eina løtu eri eg nakað og næstu løtu nakað annað, og tað er okay. Og tað er okay, at eg ikki eri perfekt. Og tað er nettup hetta, eg havi haft eitt so brennandi ynski at portrettera. At vísa eina kvinnu, ið er alt annað enn perfekt. Hon er veik, men eisini sterk. Hon er eitt offur, men eisini ein hetja. Hon er vøkur bæði innan og uttan, men hon handlar eisini ljótt og dubultmoralskt. Tí soleiðis eru vit menniskju, vit eru fylt við mótsetningum - óansæð okkara kyn, og tað er júst tað sum ger at tað er spennandi at verða til.
Eitt er, at eg havi eina vón um, at kvinnur kunnu fáa okkurt meira nuanserað at spegla seg í, og vónandi kann NINA ger tað, men eg vóni eisini innarliga, at hetta kann geva mannfólki eina meira nuanseraða mynd av kvinnuni. Tí ein kvinna er ikki bert eitt mál, sum skal vinnast, ella eitt offur sum skal bjargast.
Tí vóni eg, at tit fara at njóta hesar 80 minuttirnar saman við Ninu og monnunum í lívinum hjá henni. Eg vóni, at um so er, at her situr onkur kvinna, sum eisini saknar at kenna seg aftur á løriftinum, følir, at hon, um ikki annað, kennur onkrar brotpartar av sær sjálvari í Ninu.
So er bert eftir at siga: Gerið so væl, her kemur NINA!
Ovasta myndin er av leikstjóranum, Mariu Winther Olsen, tikin í forhøllini í Havnar Bio, beint undan frumsýningini. Tær báðar niðastu myndirnar eru tiknar í biografsalinum og vísa Mike Viderø, sum skaraði framúr í leiklutinum sum prestur. Mítt git er, at einki fer sum filmur at flyta tjóðina framá.