Skip to main content

Linda í grind


Ofta er tað mest óvæntaða tað allar besta. Tað hugsaði eg týskvøldið tá sjónvarpið hjá Danmarks Radio sendi Aftenshowet. Tey høvdu boðið føroysku sangarinnuni, Lindu Andrews, at siga frá sum føroyingur í Danmark, hvussu hon fataði altjóða øsingina um at drepa springarar. Av sonnum skilabesta kjak eg havi hoyrt og sæð í einum donskum miðili eftir so fáum minuttum. Bravo, má eg siga.

- Ja eg segði, at eg tímdi ikki at sita og kjakast, og tey søgdu, at tey egentliga vóru samd í, at hattar var nakað tvætl, men at tað vildi verið gott, at fáa ein føroying inn, sum kundi fáa tað niður á jørðina. Heldigvís hjálptu hinir gestirnir mær væl, so eg noyddist ikki at siga so nógv, sigur Linda sjálv eftir sendingina, sum fleiri rósa á Facebookprofilinum hjá henni.

Ein teirra er danski René Sørensen, sum er fakmaður og skrivar: - Som uddannet slagter, der har arbejdet på Færøerne, syntes jeg du gjorde det godt. Min sympati ligger hos færingerne. Det er ikke være end når vi slagter i Danmark, synes jeg. Det hører jo også til jeres historie og kultur som nation. Det synes jeg er vigtigt, sigur René.

Eitt frálikt stuttkjak, sum ikki strandar, tí luttakararnir, sum vit spegla okkum í, kíka. Til dømis at fara at greina fyri útlendingum, at hetta eru ikki grindahvalir, men springarar og at tvøstið er betri enn hitt. Men, hallo, dýrið bløðir, tað er sjón fyri søgn. Vinnararnir hesa stuttu løtuna framman fyri kenslustýrda sjónvarpinum eru hyggjararnir, sum nú kunnu taka í egnan barm, reflektera um mat, kjøt og vegetarar - og sleppa undan at alt stendur í botni, bara tí nakrir barbarar hava opið sláturhús.

Gott, Linda!