Tá hin í Føroyum kendasti danski filmsleikarin, 70 ára gamli Jesper Christensen, í gjárkvøldið fekk høvið at enda Tórshavnar Filmfestival, TÓFF, við nýggja filminum ”Før frosten”, fekk hann eina gávu frá Maluni Fosaa. Gávan var ein svørt butterfly úr føroyskari laksaskræðu og mansjettknappar. Nakað somu gávu fekk danski krúnprinsurin frá Føroya Løgtingi, tá hann fylti 50. Í gjár gjørdu Malan og tær eina gávu lidna, sum er ætlað danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen. Jesper Christensen var sorinskrivarin í ”Barbara”, ið er mest sæddi filmur í Føroyum, hevur tríggjar ferðir spælt við í James Bond filmum, og er nú høvuðsleikarin í nýggja danska filminum ”Før frosten”, sum Filmsfelagið vísti á TÓFF í Havnar Bio í gjárkvøldið, tá høvið varð at møta Jesper Christensen. Undir leiðslu av Tinu í Dali Wagner, stjóra í Filmshúsinum, greiddi Jesper Christensen frá um leiklutin og yvirhvøur at spæla á filmi í eini 40 ár. Eisini svaraði hann eini rúgvu av spurningum úr f...