Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2019

Eitt er fiskur, annað er toskur

Amerikanski sjónvarpsverturin, Jon Stewart, sum í sekstan ár stjórnaði The Daily Show , plagdi at enda við at siga "Here it is, folks, your moment of Zen". Uttan hansara sniðfundigu sarkasmu og politisku undirtónar vil eg flyta hesa margtýddu kontemplativu miðlavending og gera hana til mítt egna uppáhald eitt leygarkvøld heima í Havn, har mítt egna ýti og úrtøka varð staðfest við hesum Zenbuddistisku orðum við høgra fremstafingri hjá einum lámi í notublokkin á fonini: "Fellir inn í teg sjálvan og alt er gott. Tíðarleyst og vektleyst. Tað bara er. Fyrstu ferð eg havi kent eina Zen løtu yvir mati. Eg yvirgevi meg." Men innan varð tað so mangt. Her er hann avmyndaður úr køksvindeyganum í vikuni, einogfjøruti ára gamli Langstensmíðaði Magnus Heinason , sum í allari eyðmýkd er almenna føroyska havrannsóknarskipið og íspinnarin av endurfødda bankatoskinum. Eftir túr nummar nítjan hundrað og átta fyri Havstovuna skrivar kanningarleiðarin, Petur Steingrund, í...

Tapas og søga hjá Katrinu

Meðan heglingur slær á heimarútin og deiggjhønur leggja fríggjadagsavrik út á Facebook, fari eg sjálvur annar oman á Katrinu. Tað er gamli handilin hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, sum stongdi í 2005 og lat upp sum matstova við sama navni fyri tveimum árum síðan hin 1. apríl í 2017. 22 ára gamla Magdalena Mørk, omanfyri, er matstovuleiðari og í kvøld er Mortan Borgarlíð kokkur við nýggjari tapas matskrá. Magdalena, sum hevur arbeitt her síðan matstovan byrjaði, var skiftisnæmingur í Minnesota, tá hon var 16, og dámar eins og javnaldrandi høvuðstænarin, Beinta á Bøgarði, væl at møta ferðafólki. - Fólk koma allastaðni frá, og tað er skeg at síggja, siga tær báðar og leggja afturat, hvussu væl tað gongur í ferðavinnuni. - Tí er natúrligt, at vit ætla okkum eina framtíð innan júst hesa vinnu, siga Beinta og Magdalena. Tær vísa okkum uppá og sýna heiðursborgaraprógvið hjá Williami Heinesen frá Tórshavnar kommuni í 1980, sum hongur á miðhæddini. Síðan fara tær longur upp...