Her er hann, rundi súrhoyggjabrunnurin!
Landbúnaður, sum higartil hevur lívað sítt egna høvuðsstaðarlív, sum stinkar heilt oman á kampingplássið, verður nú miðdepilin í stóru bústaðarútbyggingini í Tórshavnar kommunu.
Og kanska er tað gleðiligt, og ber í sær eina varisliga fyrijáttan um betri og fleiri íbúðarmøguleikar hjá teim ungu, ið fyrstu ferð skulu rinda fyri at seta fót undir egið borð í skjótt vaksandi høvuðsstaðnum beint við innkomuvegin úr undirsjóvartunnlinum, sum nú fer at binda Vágar, Suðurstreym, Skálafjørðin, Eysturkommunu og Klaksvík saman. Tá verður restin av Føroyum frákoblað.
Í gjár varð avdúkað at arkitektafeløgini MAP og SNA bæði høvdu vunnið fyrstu virðisløn, sum er 300.000 krónur í part. Á sama hátt vórðu tvær virðislønir á øðrum plássi, Henning Larsen North Atlantic og Fuglark, sum fáa 100.000 krónur í part.
Talan er um økið uppi við gomlu Stórutjørn, har núverandi løgmaður einaferð skuldi skapa karmarnar, so sentralt varð tað tá mett, miðdepilin í Framtíðarføroyum. Sjálvt um alt steðgaði upp av kreppuni, er ætlanin ikki slept.
Tórshavnar kommuna tvíheldur av røttum um, at økið hóskar seg væl til býarvøkstur, liggur væl fyri, millum bústaðarøkið í Hoyvík, vinnuøkið á Hjalla og nýggja innkomuvegin, og er tilsamans 800.000 m2 til støddar, millum Klingruna fyri sunnan, vinnuøkið á Hjalla fyri norðan, býlingin Inni á Gøtu fyri eystan og hagan fyri vestan.
Hóast tað ikki verður bygt í mínari tíð, er tað í tøkum tíma at kommunali myndugleikin vaknar og letur upp fyri hesum framtíðar møguleika, ikki minst fyri at sleppa undan byggi- og íbúðahávum í Havn.
Tey, sum ivast í, um kommunali myndugleikin hevur verið sannførandi aktivur á íbúðarmarknaðinum í vaksandi høvuðsstaðarkommununi seinastu heilt mongu árini, kunnu koyra ein einvegistúr niðan eftir eklatantu íbúðarskandaluni, ið otar seg heilt út á sjálva Karlamagnusarbreyt og enntá undir koyribreytina, og síðan skoða yvir økið úti á Fløtum og kring Glasir, har hugtakið klondike helst er tað fyrsta, ið kemur íbúðarsøkjandi áskoðaranum, sum fyrstu ferð skal seta búgv, til hugs.
Tað er so ikki menniskjansligi faktorurin, ið har er settur í fokus, tá tú fert hesa rundferð, sum kann verða nógv víðari enn bara til hesi bæði støðini, har menniskjansligi faktorurin ikki er sloppin upp í part.
Og so slettis ikki, um tú lurtar eftir lívgandi góðu fakligu byggiorðunum hjá 88 ára gamla Palla Gregoriussen í frágerða sjónvarpssendingum hjá gamla Sjónvarpinum og aftur í nýggju bókini hjá Sprotanum, og 45 ára gamla Bjarke Ingels, sum teknaði Glasir, og ivaleyst er kendasta poppstjørna í øllum arkitektaheiminum.
Eins og Palli í føroyskum sjónvarpi, hevur Bjarke í donskum sjónvarpi um vikuskiftið hildið fram grundsjónarmiðið fyri at byggja í lendið og leggja hond á órørt økið. Tá økið er rørt, er tað broytt til ævigar tíðir og tað, eg gjørdi, verður standandi í lendinum. Soleiðis segði Bjarke Ingels framm fyri seg, meðan hann á teknistovuni læt tjúkka tusjpennin renna eftir arkinum eina løtu um vikuskiftið á DR2.
Tá umræður hesi bæði omanfyrinevndu øki í býnum í dag, hugsi eg ofta, um yrkislærdi pennurin, ið hevur strikað hvørja hædd, tak og frárensl, og fingið tað góðkent hjá kommununi, um teir yrkispennar munnu hugsa so sum Palli og Ingels, at hetta er óforgeingiligleiki, sum eg alt lívið seti at blóma her við alfaravegin, og at hetta byggiverk fer at standa alla okkara tíð, og at alt er ov seint, tá reist og bygt er, um onkur tá vildi rivið alt niður, tí hetta klondike vísti seg at verða so menniskjafjendskt at tað bleiv bakgarðsslumm. Aftaná, er alt ov seint.
Hvussu er og ikki, nú er ein súrhoyggjabrunnur vorðin rundi miðdepilin í mest lovandi byggiætlanini, sum høvuðsstaðarkommunan hevur upphugsað síðan nýskapandi prospektið um Hoyvíkshaga suður varð borið í hvørt hús miðskeiðis í áttatiárunum. Tá hómaðist sama hugsan um livandi menniskjað sum miðdepil, ikki bara at rinda fyri húsini, men eisini fyri at búgva, liva og trívast á dýrkepta økinum. Henda hugsan við menniskjanum í miðdeplinum hevur í eini alt ov rúma tíð verið skvisað burtur av grammum peninga- og íbúðahávum, sum í Havn hava fingið rúmar ræsir og eru slopnir at seta skránna eisini. Koyr ein túr niðan eftir Karlamagnusarbeyt, um tú ivast.
Súrhoyggjabrunnurin er hann hjá Sigert Patursson, sum er í besta alduri, og mann hava nógv ár sum bóndi eftir á lívsleiðini. Gud viti, hvussu hann sum bóndi og formaður í Bóndafelagnum fer at trívast, nú hann framyvir verður kringsettur av bestu íbúðaútbyggingarætlan hjá Tórshavnar kommunu í fleiri áratíggju, nú samgongan roynir at koyra Bústaðir á eitt síðuspor.
Men hvør veit, kommunuval er í heyst, og kanska fara nýggir tankar um íbúðabygging í høvuðsstaðnum at verða gróðursettir og sleppa at spretta og blóma í hvørjari brekku og tað á ein hátt, sum ungi tilflytarin hevur møguleika at rinda fyri, nú hann ella hon fyrstu ferð skal seta búgv, uttan neyðturvuliga at verða stavnsbundin til at rinda fyri Havnarbústaðin restina av lívinum.
At seta fót undir egið borð er eitt orðafelli, sum er í støðugari broyting. Og tað er gott, tí tað ber boð um lív og dregur sum einki annað onnur afturat sær. Júst hetta er fyrsta fyritreyt fyri væleydnaðum býarvøksturi, har menniskjan er í sentrum.
Her sæst síða 41 í atlasinum hjá Námi, sum, tá tað kom út í 2014, vísti aktuellu býarætlanina í Havn. Eg peiki á bóndan, sum nú fer at verða kringsettur av livandi fólki.