Einki kann sum veruleikin flyta fiktiónina og vinna á henni. Men tá er treytin altíð, at veruleikin verður formidlaður og kemur til mín. At onkur var til staðar at siga mær søguna. Eitt sannleiksvitni, sum slapp framat.
Tað kom mær til hugs í gjár, tá Dagur og Vika í átta minuttir valdi at varpa ljós á tvær føroyskar kvinnur, sum høvdu verið fyri rasismu og sluppu at bera fram teirra søgu uttan óviðkomandi avbrot.
Redaktionella valið kundi eisini verið tað øvugta, at søgan varð vald frá, tí hon er alt ov long, diffus og kanska passar tað slettis ikki, sum tær báðar siga.
Lukkutíð hugsaði redaktiónin ikki so, men bar okkum søguna, róliga og so leingi hon vardi, júst henda dag.
Eina kvinnan segði frá um ein túr í svimjihylinum, har ein mamma ikki tímdi at siga barninum frá um, at summi eru myrkari í húðini enn onnur, og bað objektiið, frásøgukvinnuna í Degi og Viku, flyta seg, so hon hvarv úr eygsjónini hjá barninum.
Hetta er besta søga eg havi hoyrt í langa tíð.
Tá eg hugsi um formidlingina og redaktionella valið hjá redaktiónin hetta kvøld, er tað sum sitatið hjá Picasso gerst livandi, javnvigandi sitatið um at listin er tann lygnin, sum sigur okkum sannleikan.
Hetta var ein listarlig handfaring av sjónvarpsmiðilinum.
Bravo fyri tí!