Eftir at hava ligið á havsins botni í eina tíð, er bonkurin komin undan kavi aftur og settur á helluna i Tinganesi, har hann stóð. Veit ikki nær ótangar hava skemtað sær við at blaka bonkin á bláman. Og tað er eisini líka mikið, tí nú er hann komin afturíaftur, so til ber at njóta sýnið yvir Vestaruvág henda seinsummarsunnudag.
Tað kundi havt verið so nógv verri, tí einaferð í fimmti árunum var bara ein atkvøða á muni, tá kommunan vildi javna Tinganes við jørðina og stoypa skýskravarar úr betongi framvið øllum nesinum. Lukkutíð bleiv ikki soleiðis. Burtursæð frá einum pyromanbrandi í 1950 er alt intakt.
Tó, eru knøini ring, er ikki ráðiligt at fara runt Tinganes, Skansapakkúsið, Vektarabúðina og Sjóbúðina og niður í trappurnar at seta seg á bonkin, sum sæst omanfyri. Tú skalt vera eins fimur og smádreingirnir vóru fyri hálvari øld síðan, tá vit sum ongan ting tóku okkum fram við klettununum og inn til ytstu neystini undir Bryggjubakka, har Hanniboy býr nú, og til kajkantin hjá Ramussen, sum er innanfyri Skinnarasker, helst elsta bryggjukantin í landinum. Tá varð eisini siglt við sildakassum, fyltir við flamingo frá Kattrupp, heilt av Skálatrøð og her út og kann henda enn longur út móti molanum.
Tað hevði tænt økininum, tí elsta í Havn, við bygningum, ið kunnu dagfestast heilt aftur til eldibrandin í 1673, tá ein bíleggjaraovnur í høvuðsstaðnum gjørdist ov heitur og festi í hálvt annað hundrað pund av krúti, langt innan orðið terrorisma kom í spergament, at ein brúgv var her, sum bant vágirnar saman, so tú kundi gingið allan vegin fram við sjóvarmálanum.
Frá 1673 og nakað fram, so gomul eru húsini á hesum avmálda bletti, at tað undrar meg veruliga, at ein gongubrúgv ikki er gjørd henda stutta søgutein, so gangast kann fram við øllum Tinganesi ein góðveðursdag, sum í dag. Ein briljantur gongutúrur. Fyri teg sjálvan eins og skipaður.
Tað eru hendinga fólk eg møti á hesum túrum, og tað hevði avlastað trýstið uppi á Reyni, um til bar at ganga fram við nesinum.
Hetta er vakrasti og søguríkasti blettur í landinum. Konsentreraður á júst hesum øki á Tinganesi, har bestu myndaevni daga fyri linsuna ein sunnudag við sól. Og tú møtir mest sum bara fólki, ið halda tað sama. Lokal fólk í friði og náðum. Einki fremmanda fólk. Ikki ein gang eitt bygdafólk. Hetta er ein perla, sum varð enn bjartari, um ein brúgv varð gjørd út móti Vestaruvág undir húsunum í Tinganesi.
So fari eg ein túr millum vágirnar, frá Skálatrøð til Kongabrúnna, sum eg gjørdi í dag, við lummatelefonini og seti myndirnar inn niðanfyri.
Ímeðan hugsi eg um gongubrúnna í Tinganesi. Tað er mítt varisliga ynski til kommuvalið í november. Ein træbrúgv undir Vektarabúðini og Sjóbúðini.