Síðan danska sjónvarpsvertinnan, Sofie Linde, hin 26. august ikki bara fletti upp um seg sum vertur í Zulu Awards, tí hon var við barn, men eisini ákærdi ein stjóra í Danmarks Radio fyri tær grovastu sexhóttanir, tá hon var 18 ára gomul og arbeiddi undir honum, hava ákærurnar hópað seg upp um sexsjikanu á donskum redaktiónum.
Nýggjasta er, at Politiken er farin í hernað móti Ekstrablaðnum um eitt mál, har ein kvinna hevur klagað ein mann á redaktiónini fyri sexsjikanu, har úrslitið gjørdist, at ákærdi maðurin hækkaði í tign og bleiv leiðari hjá órættaðu kvinnuni. Hon rýmdi eins og Nora.
Eisini Weekendavísin hevur drúgva grein, En rådden mediekultur, har staðfest verður ein grundleggjandi sjúk mentan og registrerað atferð á redaktiónum, ið fáast við útgávur og journalistiskt arbeiði í eini tíð har knapt er við fólki og enn knappari við fígging.
Eftir breiða dekninginum at døma er lesaranum greitt, at journalistiska umhvørvið í Danmark - haðani føroyingar hava mest sum alla útbúgving, royndir, sambond og framhaldandi bindingar til sitat og vinklingar - eftir øllum at døma er og kanska altíð hevur verið befongt við eini sjúkari mentan, har nettupp sjúka mentanin er ein fortreyt fyri uppstigan og starvsligari framflyting. Annars ert tú uttanfyri.
Eftirsum bindingin til donsk viðurskifti er tøtt, og føroyska pressan til innihalds er so gjøgnumførd donsk, er givið, at somu viðurskifti munnu vera galdandi í Føroyum eisini. At nissan fylgir við. Alt annað vildi verið løgið.
Journalistikkur og publiseringsvirksemi hava í útgangsstøði sett sær fyri at verða tann samfelagsfaktorur, ið skuldi fáa okkum at rista so mikið í brókunum, at allir makthavarar í stundini fóru til Kissa at keypa sær borgarligt belti at spenna um miðjuna, so teir ikki bráddliga stóðu við berari reyv, journalistisku menninir.
Kanska hava journalistar og publisistar kent korrumperandi sjúkuna innanífrá, nú teir so effektivt skiftast um at avdúka hesi viðurskifti - men bara hjá kappingarneytunum. It takes one to know one.