Fyri trimum árum síðan varnaðist eg meistarliga kokkin Janus Einar Sørensen umborð á Norrønu í matstovuni Simmer Dim og skrivaði ein blogg um hann . Í kvøld møtti eg honum aftur. Tað var á Hotel Brandan, sum fríggjakvøldið hevði boðið fólki á gastronomiskan tíðindafund at smakka nakað av tí, sum frá mánadegnum verður at fáa í matstovuni, sum er akkurát har sum Húsagarður var, og tí hevur fingið navnið - ja, gita einaferð, Húsagarður. Fantastiskt at hava undangongufólk, sum kreativt brúka tað staðbundna bæði í navnagávu og í matgerð. Tað staðbundna. Mánadagin letur matstovan, har Janus Einar er bæði kjarni og hjarni, upp. Hann er eisini reyði tráðurin, sum hann lítillátin sigur, kanska ein reyður tráður, niðri hjá Katrinu og í Simmer Dim umborð á Norrønu. Tí eru fleiri av tænastufólkunum her og ganga okkum til handa. Væluppløgd í bláum denim klæðum. Hølini eru kompakt, hugnalig og litrík, og afturvið er groovy tónleikur, sum Knút Háberg Eysturstein hevur sett saman í ei...