Fyri trimum árum síðan varnaðist eg meistarliga kokkin Janus Einar Sørensen umborð á Norrønu í matstovuni Simmer Dim og skrivaði ein blogg um hann. Í kvøld møtti eg honum aftur. Tað var á Hotel Brandan, sum fríggjakvøldið hevði boðið fólki á gastronomiskan tíðindafund at smakka nakað av tí, sum frá mánadegnum verður at fáa í matstovuni, sum er akkurát har sum Húsagarður var, og tí hevur fingið navnið - ja, gita einaferð, Húsagarður.
Fantastiskt at hava undangongufólk, sum kreativt brúka tað staðbundna bæði í navnagávu og í matgerð. Tað staðbundna.
Mánadagin letur matstovan, har Janus Einar er bæði kjarni og hjarni, upp. Hann er eisini reyði tráðurin, sum hann lítillátin sigur, kanska ein reyður tráður, niðri hjá Katrinu og í Simmer Dim umborð á Norrønu. Tí eru fleiri av tænastufólkunum her og ganga okkum til handa. Væluppløgd í bláum denim klæðum.
Hølini eru kompakt, hugnalig og litrík, og afturvið er groovy tónleikur, sum Knút Háberg Eysturstein hevur sett saman í ein playlista, so passandi, at onkra løtu er rúmið undir ljóðdoyvandi Trolltec plátunum soleiðis, at tú kennir teg, sum vart tú umborð á Norrønu í blikalogn, so kompakt er rúmið. Og til ber at tosa við borðið uttan at tað rungar yvir til grannaborðið, og sama er galdani hinvegin. Eitt gott rúm.
Seinastu árini hevur John Mikkelsen definerað ikki bara tænastustøðið, men eisini tænastuviljan í matstovunum heima í Havn. Nú kappingin á matstovuøkinum harðnar í øllum býnum, er enn ein nýggj kundafatan løgd á blik. Greiðari enn nakrantíð tekur nýskapandi fatanin støðið í kundanum sjálvum og hvussu hann ella hon sær fyri sær tænastuna, ið verður boðin út, ikki minst nú jólini eru í hondum. Eitt er tey doyvandi fyrivarni, sum koronasmittan hevur lagt á alt virksemi í landinum, annað er at spyrja kundan, ið hevur bílagt borð, um nøkur fyrivarni eru at taka, so sum ovurviðkvæmi og annað. Ikki sum eitt automatsvar, men í persónligum boðum, í hesum føri frá Svein í Heiðunum, júst til tín. Tá verður tú heitur um hjartað og kennir teg vælkomnan longu innan Húsagarður dagast og borðreiðingin niðri í fjálgu Gundadalskulluni byrjar.
Svein hevur boðið fólki úr ferðavinnuni, viðskiftafólki, fjølmiðlum og matelskarum, sum hann sigur, til henda gastronomiska tíðindafund fríggjakvøldið undan mánadegnum, tá latið verður upp. Hann førir okkum niður í Gilið, sum er svalligi vínkjallarin.
So er fyrsti av fimm rættum komin á borðið. Hummari, sum er tikin sama dag, er lagdur í eitt bleytt hot dog breyð, sum er stroytt við søtum tomatchutney og hvítleyki.
Hetta er so absurd vælsmakkandi, at eg síggi pop art mannin Andy Warhol fyri mær, júst tá hann át ein amerikanskan burgara og Jørgen Leth filmaði. Hetta er matgerð á veg í Listasavnið.
So kemur rátt kjøt frá gamla floksfelagnum, Poul Müller, oksatatarur við soppakremi, royktari mayonesu og dehydreraðari tomat omaná her uppi í milda Meksiko. Og við einum glasi av matchandi mildum Bourgogne víni verður hesin annar forrætturin lyftur upp í so sferisk loftløg, at hetta kann ikki gerast betur. Rannvá Beder serverar.
Innan havtaskan kemur á borðið sum triði forrættur, tosa vit um nýggja heimliga kundagrundarlagið, nú einki ferðafólk er í landinum. Ein innlendsk frammgongd sæst skilliga á gastronomiska økinum, eru vit samd um, dagin fyri Jákup Sverri, nýggja havrannsóknarskipið, verður tikið í brúk - um partapolitisk semja er um tað - og síggja fyri okkum at í mars fara vit at royna at sleppa ein túr við út á Bankan og senda live haðani til allan heimin at greiða frá um bankatoskin. Vit uppliva eitt totalt dimensiónsskiftið eru vit samd um við borðið. Svein, sum er við í prátinum, heldur fyri, at Havnin er so mikið broytingarklár, at nú burdi ein gourmetskúli latið upp í býnum. Eg kann ikki annað enn nikka játtandi.
Nú er triði forrættur komin á borðið. Havtaska við perlandi feitari chardonnay í glasinum, við halloween græskari og kræklingasós, sum er rørd við borðið. Helst hava vit tosað ov leingi, tí havtaskusporlið er eitt vet turrari enn eg kundi hugsað mær. Einasta hakk í gastronomisku upplivingina, og so hevði eg sjálvur skuldina.
So kemur høvuðsrætturin, grillroykt lamb við grønkáli og epli av Sandi, sum er lagt í hosubondini hjá Dímunarbóndanum, sum Janus Einar sigur, meðan hann rør í sósini, sum er røst. Ja, røst, rørd beint við borðið og lystiliga stroydd á høvusborðiskin. Hosubondini, sum liggja um smáu eplini og grøna kálið, er ein tunn ál av hvítamai rót. Hesin kokkur er ganda-fenomenalt-fantastiskur. Og tænararnir, sum stuðla uppundir, gera heildarupplivingin enn betri. Henda matuppliving telist millum tær bestu, ever. Period.
Omaná kemur fyrst eitt glas av smakkfullum Pineau, sum í eintýðugt jaligari merking tekur at vaksa í munninum, undir gómanum og á tunguni, har eftirsmakkurin er langur og uppbyggiliga góður, millum svisku, fersku og blommu. Perfektur ráki, sum úr glasinum svingar millum ein anga og annan smakk, undan siropi, sum nú er niðurkókaður úr Brandan øli, og fevnir um norskan mysuost, heslinøtur og marengs á borðiskinum. Framúr endi á royndarmáltíðini, sum pressan fekk høvið at smakka innan latið verður upp mánadagin. Húsagarður er navnið, sum er komið aftur til heiður og æru uppi í Meksiko.