Hugh MacLeod Gaping Void
Einaferð hildu vit øll, at tað var órímiligt at krevja av framfýsnum handilsmonnum, sum vælsignaðu okkum við samhaldsfestari forbrúkarismu, at krevja, at teirra lýsingar skuldu verða á føroyskum.
Tað fór at kosta umseting, prenting, útbreiðslu og alt annað, sum vit vistu, fór ikki at bera til.
Og hví skuldi eitt lýsingamál uppdyrkast á føroyskum? Forbrúkarisma og alt handilsligt kræddarlyndi er jú útliskt, allarhelst danskt, komið higar við ivasamum sálum eftir kríggið.
Lukkutíð vóru visionérir og ábyrgdarfullir politikarar, ið elvdu til at vit í 2008 fingu eina marknaðarføringslóg - á føroyskum.
Í grein 7 stykki a í marknaðarføringslógini er ásett, at lýsingar og lýsingatilfar skal vera á føroyskum. Sjálvandi treytað av, at tilfarið ikki er ætlað marsmonnum og -kvinnum. Tá er málið eitt annað enn føroyskt.
Í dag er lógin ein blómandi vinna og hevur gróðursett eitt ríkt lýsingamál - á føroyskum.
Men so er tað tvørsøgnin, sum opinberaði seg í morgun.
Í 1957, tá transistorurin var nýggjur, og øll, eisini hin sosiologiskt nýdefineraði ungdómsbólkurin, sum gekk undan í allari forbrúkarismu, lurtaðu eftir mobilum radio, eisini til arbeiðis, har arbeiðaraungdómur verður ítalusettur, tá funnu føroyingar uppá at gera útvarp.
Søguliga støðið varð føroyskt og hevur verið tað fram móti okkara døgum.
So hendi tann broyting, at avvarðandi myndugleikar, kanska var tað Mentamálaráðið í upphavsrættindaligum tankum, ásetti, at nú bar ikki til at víðarisenda danskt sjónvarp frá Danmarks Radio í Føroyum.
Avleiðingin varð, at nú switchaði føroyska almannasjónvarpið til norska sjónvarpið, so vit nú kundu hoyra um Heidi og fjallaabban og annað hugnatilfar av garðyrkisslagnum á norskum í staðin.
Í útvarpspartinum hjá almannavarpinum hava vit nú aftur upplestur úr donskum miðlum um morgunin, og verða av tveimum morgunvertum staðiliga mint á føðingardagar hjá donskum persónum, sum eingin visti av vóru til, donsku persónarnir. Tjóðarbyggjandi er tað so ikki longur, heiðurskrýnda Útvarpið.
Nú kom so púra óvæntað ein hending á okkum, sum eru tíðindanarkomanar og eru bundin av tíðindafloymi frá morgni til myrkurs á øllum rásum úr øllum herðashornum.
Senatsbygningurin í nýggja heiminum varð álopin, nú sitandi forsetin skal viðurkenna, at hava tapt, og tí leggja frá sær um tvær vikur.
Men saman við white supremacists, sum bæði politikarar og journalistar søgdu úr Washington í beinleiðis sending á BBC í nátt, vil sitandi forsetin ikki viðurkenna tapið.
Hann hevur sum aldri áður eydnast at eyðmerkja white supremacy og gera tey, the white trash, til ein maktfaktor í heimsins higartil sterkasta og frælsasta undangongulandi, tí landi eg elski at ferðast í. Og tá tú ítalusetur fólk, ið einki hava at missa, tí tey einki eiga, og gevur teimum ein pall, ið er ímyndin av makt, tá er vandin ikki bara á ferð, men er málaður upp á veggin, vandin.
Og meir enn so hendir tað, at fyrimyndarliga vitug fólk úr hesum undangongulandi, kemur higar og knýtir føroysk vinabond. Hjá hesum aldrandi fólkum er Facebook heilaga almennið. Tað er har tey skriva.
Í gjárkvøldið skrivaðu hesir amerikansku føroyavinir, at tey øtaðust um støðuna, ið minti um, tá teirra fedrar og møður upplivdu og fortaldu um Pearl Harbour, og tá tey sjálvi upplivdu Nine Eleven. So skakandi vóru hendingarnar í teirra eygum í gjár.
Men hvat ger mítt javngamla Útvarp?
Tey skifta til Danmarks Radio heilt inntil ein fólkatingslimur kann koma inn í myndina og samanhangandi skilagott siga okkum, hvat fór fram í Washington í gjár.
Sig mær, hvat hendir á tíðindaredaktiónini í Útvarpinum?
Eftir siti eg við einfalda spurninginum:
Kann marknaðarføringslógin frá 2008 viðkast til eisini at fevna um Útvarpið? Anyone?