Meðan føroyingar, sambært ársfrágreiðingi hjá Ríkisumboðnum í tíðini undan sjónvarpi, kundu uppliva, at fleiri enn túsund bløð sirkuleraðu millum hvørji túsund fólk - upplagskontrollur hevur aldri verið í Føroyum - hevur blaðdeyðin síðan verið málaður reyður sum í Mósebókini í hvørjum duri. Tá er hugvekjandi, kveikjandi og eisini stuttligt, brádliga, at síggja Høgna Djurhuus skriva aftur í Sosialinum.
Síðan eg í fyrndini hoyrdi Jógvan Arge spyrja um leveringsdygtigheit - er hasin og handan leveringsdygtig, og síðan staðfesta týdningin av staying power, at blíva við og gera serstakt profileraðar sendingar og annars at skriva uttan íhald - hevur tað altíð verið mær greitt, at miðlaarbeiðið er ikki bara sjálvt avrikið í løtuni, men eisini tann vøllur, sum javnt og samt verður strikaður av. At miðling eisini er at skapa eitt forum, ein heimstað, ella bara ein sjónligan pall, ið er heimstaður fyri reportasjum um og ummælum av list og mentan. Ikki bara uppistøkksfyritøkur, men ein lívseigur stríðsvøllur fyri og ímóti eini vøru, eini framførslu ella framleiðslu, ið tú sum brúkari skalt fyrihalda teg til.
Eisini spreingiknøttar, sum at fyrihalda seg til tað slagið av mentan, har tú noyðist at keypa. Til dømis trýsstúsund fyri ein málning.
Hvussu hava vit tað við at tosa um pengar og list? Hví tosar Kringvarpið bara um pengar og list, tá matgerðarlist fyri smápengar er á breddanum í eini vikuskiftissending, og ikki tá listamálarin í øllum veldi og í øllum miðlum verður heiðraður, uttan at vit nevna ørandi søluupphæddirnar, ið verða umsettar minuttir eftir at framsýningin læt upp, meðan ein sponsorur skeinkir froyandi gratisbrús í gløsini?
Hvør ger av tað selektiva í okkara fatan av listini, tá einki forum er? Er tað bara tilvildin og manglandi praksis? Hevði hetta smaksdómara-skisma ikki verið, um vit høvdu eina virkandi menta- og listapressu, ið gjørdi tað natúrligt at tosa um mentan og list, annan vegin sum tilveruligt fyribrigdi og hin vegin sum umsetilig vøra í brúkarasamfelagnum?
Gott at finna gomul akkerspunkt aftur ein uppgangandi fríggjadag.
Tøkk til Høgna og redaktiónina, sum aftur gav honum blaðrúmd. Góða eydnu við fjøltáttaða Vikuskiftisblaðnum. Uttan produkt einki innihald. Og uttan innihald einki produkt. Í hondum lesarans er bara tíðin dómarin.
Men til endans má eg siga, at viðvíkjandi tí innihaldsliga omanfyri eri eg ikki samdur við Høgna, um tú kæri lesari skuldi hildið tað. Men soleiðis skal tað vera. Tað er sum í dualistiska sálmunum hjá Kingo, ið Chr. Matras so meistarliga umsetti: Harmur og gleði í felag tey reika. At gleðast um tað besta og óttast tað ringasta.
Beint nú er tað Vikuskiftið.