Tað ljóðar sum ein krimisøga, skrivað í aktivari nútíð, sum í komisku samdøgursfrágreiðini hjá donsku løgregluni, tá okkurt er hent, sum greiða skal fáast á.
Men kava vit í evnið, so eru vit í vitbornum høpi, sum ikki bara er ein fløt flá, elatunn sum ein ostaflís, men er grivið djúpt úr okkara egna veruleika, her vit øll hildu okkum ganga trygg og lýðin við munnbindi og hondspritti, men nú mugu taka til okkum henda sannførandi og óbehagiliga nærverandi tíðindafloym, ið er sum í fiktivum krimisøgum hjá Jógvani Isaksen, men nú er hands on aktuellur úr okkara egna veruleika undir kørgu yvirskriftini Koppsett á leiðslugongini, krimisøgan í Degi og Viku, sum ikki longur er nøkur hvørsmanssproyta, nei, skuldi man havt gloymt, hvat avdúkandi, borandi og gravandi journalistikkur er, og um tað er fakta ella fiktión, og at munur er á høgum og lágum á bygd og í bý í okkara pinkusamfelag, so er at hyggja her og læra, hvussu hesar frásagnarligu hevdir verða pallsettar, tá tær faktuelt eru bestar.
Longdin er sum ein premiuvinnandi stuttfilmur, trettan minuttir. Samansetta avrikið er dygdargott lagað frá grundini við tí besta frá vertsjournalisti, gravandi journalisti, filmara, klippara og grafikara. Øll nøvnini upplýst við respekt fyri credit, sum í einum røttum endaskelti, har alt er um at gera, at eingin av teim framleiðandi eru tengd at dómsnevndini, heldur ikki í tøkkum fyri rekvisittir og onnur góðaráð, men eru óheft.
Í upplýsingarfeltini er eisini skrivað beinleiðis, og so støðini Tórshavn og Klaksvík. Og her er grivin whodonnit spurningurin í krimisøguni.
Í mótvindi úttandura spruttar havnarleikarin og øsir seg upp fyri opnari mikrofon og tendraðum heimskamera, eini reyð hús síggjast til vinstru, so eg haldi fyri vist, at vit eru við Sjónleikarhúsið hjá Tórgarð frá 1926, meðan klaksvíksleikarin er fryntligur inn á gongini og hevur tikið allar kvinnuligar eginleikar til sín, eyðmjúk, tí hon enn ikki hevur fingið sproytuna, sum tey siga, at fáa sproytuna, ið eg fati sum eina umskriving fyri at verða tikin av døgum the American way.
At stættarsamfelagið kundi avdúkað seg sjálvt so eiggiliga sum í hesum føri er ein forering fyri føroyska sjónvarpsgerð og í øðrum lagi hyggjaran. Man kundi næstan smíðað víðari og gitt, at nú tey vóru á kyndilsmessuveitslu valdu tey at koppseta øll tey møttu veitslufólkini, og so nøkur sum stóðu uttanfyri og royktu. Og hóast undirsjóvartunnil vóru tey í Klaksvík slettis ikki boðin við. Longri røkkur trúvirðið ikki, nú skamtarnir skulu spjaðast út um tað ganska land enntá í tveimum umførum. So lætt er at skeikla trúvirði í almenna rúminum.
Gudviti, nær eg sjálvur fái pláss og tíð, og um eg eri í aftasta ella næstaftasta vaksinubólkinum, ella um mítt fakfelag nú fer at leggja seg so mikið tvørt fyri, at vit rykkja longur upp í deildini, sum var tað ein fóbóltsdystur fyri Fólkaheilsuráðið.
Tað er Geytatíð og hesir trettan minuttirnir av redaktiónsgongdini hjá Degi og Viku eru so væl settir saman, at teir eru ein upplagdur vinnari í faktasjangruni.