Eftir at hava kannað tað í eina tíð, longu fyri koronastongsilin og so aftur nú, Havnin er latin upp, er sama kafé aftur í oddinum. Besta brunsj í býnum fært tú frá Anju Sólstein í kafé Umami uttarlaga í Vágsbotni.
Sama kafé hevur eisini ein krók í handlinum Borg uppi á Hálsi, dygst við mítt egna arbeiðspláss, har Total View hevur sent meg í avspákingarferiu fyri altjóða arbeiðaradagin, sum er markið millum innvinningarárið í ár og í fjør. Betri avspákingardagur kundi ikki hugsast.
Nógv fólk er í kaféini, so tað tekur eina løtu, men hvør minuttur er verdur bíðitíðina, tað er sjón fyri søgn. Eitt er, at bilar kunnu bæði koyra og parkera á hesum vælsignaða teigi, sum burdi verði púra bilfríur, annað er, at har inni í sjálvum botninum standa tveir í gongd, ein hvørju megin á søguliga bryggjuplássinum, so bara ein ál er eftir til fótgangaran. Helst eru bilførarnir klárir at fara í grind, um tað skuldi brostið á. Her eigur vissuliga ikki at verða atkomuligt á øðrum hjólum enn tveyakslaðum barnavogni.
So verið eg avbrotin, tí eitt bróstabarn vil hava nakað, ið ikki stendur á middagsskránni, eg fái í hondina. Onnur fer innast í krókin og hevur barnið at brósti, hin fer út í sofuna, sum er á opna svalanum og gevur barninum. Tað várar í Havn, og tú verður heilt rørdur av tí lívi, sum sólin gevur hesa signaðu løtu.
Av kafésvalanum í Umami er sýnið beint yvir á Skipasmiðjuna, har nýfødda havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, longu er komið á tíð at fara á beding. Ein foyra er komin á eina skrúvublaðið, so framdriftin er ov larmandi. Tí er gamli Magnus Heinason farin út á Bankan, so einki tænastuslit verður, hvørki í lívfrøðiligu yvirlitskanningunum fyri Havstovuna, ella fyri trúføstu kræsnu fiskagómarnar í Havn, sum aftur kunnu njóta havsins ríkidømi av Bankanum í næstu viku í Barbara Fish House, í Húsagarði á Hotel Brandan og í Hallartúni á Hotell Hilton. Tað grør um gangandi fót, heilt av Bankanum og niðan til Hilton. Tað er ikki hent fyrr.
Í seinrapartssólskyninum møti eg meistarakokkinum, Teiti Christensen, við skeljum í spannini í bakdurinum til køkin í Barbara Fish House. Spennandi, at Havnin hevur latið upp aftur og nú er opin býur.
Og so er tað parkeringsplássið. Ella er tað mentanardepil in spe? Ella bara eitt burturbumbað berg við ongum pylsuvogni og einum tanga til Nólsoyarferjuna? Livst so spyrst. Ikki eitt orð meira um tað. Nú hava bilarnir orðið