Í góðveðrinum í Vágsbotni í dag hitti eg Debes Sivertsen úr Norðdepli. Umframt at verða bóndi, sum er komin til Havnar at selja turt kjøt, er hann eisini kavari, sum sæst á bringuni.
Eg steðgi, og vit fáa eitt hugnaligt prát í lágu vársólini við bryggjukantin innast í Vagsbotni um seyðahald, vistfrøði, kjøt og smakk.
Eg geri av at keypa besta turra tjógvið, hann hevur. Men so er tað tað. Reiðan pening havi eg ikki uppiá mær og minnist ikki, nær eg síðst var í einum banka. Debes, sum er abbasonur Havnarjógvan, bjóðar sær til at eg kann gera eina flyting, men illanstíð, eg skal fara niðan í nærmastu sjálvtøku.
Komin níðan í grótlagaða Sparikassan, er ikki betri enn so, at automatin er óvirkin. Hon fær ikki tikið sjálv, og hvaðna minni eg. Skimist um nøkur sjálvtøka er í gamla Føroya Banka bygninginum, men har er alt steinrunnið í túninum, so eg fari inn í fólksins Sparikassa. Um ikki sum í grøvini, so er tað sum í kapellinum at koma inn í hermetiskt lukkaða kassan. Skal taka eitt nummar og stilla meg í ómælandi býarrøðina, ið vil hava pengar. Mínar egnu, at geva einum bónda fyri kjøt í Vagsbotni. So er mín túrur, og eg fái upphæddina í hondina. Veit ikki um tað kostar at fáa mín egna pening taldan í hondina, men teir fimm seðlarnir liggja væl í lummanum og niðri í Vágsbotni skifta teir hendur og eg fái tjógvið.
- Seyðurin hevur gingið ovarliga í Krossdali, sigur Debes, og greiðir frá, at Krossdalur er sunnanfyri Múlahaga, og at markið millum Múlahaga og Krossdal er Lambagjógv.
- Hann gongur úti alt árið, uttan tveir mánaðar, tá lembingin er fyri. Meðan seyðurin er inni, fær hann gott føroyskt gras úr Múla, sigur Debes og eg fortelji honum, at einaferðina gisti eg í Múla saman við countryklubbanum og øllum countrysangarunum har norðurifrá.
Debes leggur afturat, at tað einasta sum ger, at hetta kjøtið ikki er vistfrøðiligt, er at tey koppseta seyðin móti garnasótt og brásótt. Gjørdu vit ikki tað, var hann vistfrøðiligur.
- Vit fylgja við seyðinum, meðan hann gongur úti, og passa hann, meðan hann er inni. Fletta og taka upp sjálvi. Alt á seyðinum verður gagnnýtt. Kjøtið verður turka í hjallinum, ið hoyrir til niðursetuhúsini í Norðdepli, sum eru frá 1866, sigur Debes.
- Man smakkar tað á kjøtinum, at orka og kærleiki er lagt í seyðahaldið, sigur Debes Sivertsen at enda.