Skip to main content

Góðar sendingar

Hvat er tað, sum ger at summar sendingar verða fataðar sum góðar og aðrar ikki? 

Spurningurin kom til mín longu meðan eg sá fyrstu sjónvarpssending hjá danska vertsparinum Anders Agger og Anne Hjernøe, har tey ferðast í Norðurlondum í seks pørtum frá grønlendska innlandsísinum til russiska markið, sum DR lýsir sendirøðina, ið spælir uppá, at einaferð vóru vit eitt ríki, Kalmarsamgongan, í somu viku sum leikstjórin, Charlotte Sieling, sjálv greiðir frá um biograffilmin um Margretu hina fyrstu mitt í Havn.

Eftir at hava verið dømt úti í mong ár, hevur tað norðurlendska aldri verið meira kul enn tað sama. 

Eitt gamalt og siðbundið evni, tað æviga fólksliga norðurlendska, sum politikkur og stokkutar verkætlanir hava bundið niður og gjørt alt fyri at taka lívið av, men ikki letur seg binda niður, fólksligi norðurlendski andin. 

Tey bæði, Anne og Anders i Norden, gera longu í fyrstu sending tað best eydnaðu sjónvarpsroyndina, eg minnist meg havi sæð, at lýsa eitt Norðurland uttan at seta seg sjálvan í senu sum fremmandan, men alla tíðina at søkja og gera seg til instrument í teirri góðu søguni, sum ikki er tilvild, bara tí hon rak framvið fotografinum hesa løtuna, nei, her er hvør søga og hvørt huglag gjøgnumkannað, tí research, hildið upp móti eini miðvísari ætlan um at seta mat á borðið, er lyklaorðið og støðugi arbeiðssetningurin, har menniskju møtast at bera fram smittandi søgur, ikki um korona, men tíðarleysar søgur um eksistentiell viðurskifti, ið taka ta tíð, tær taka, søgurnar, ið lýsa livikorini á staðnum meðan tey matgera og eta. 

Framúr. 

Og fær meg at minnast aftur á eitt skeið, sum Landsmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð sendi meg á, tá hin Evropeiski Filmskúlin í Ebeltoft setti kenslur og fakta á breddan í filmi og undirvísing fyri aldarskiftið. 

Journalisturin Anders Agger og filmsleikstjórin Birger Larsen kjakaðust um sjónvarpsinnslagið hjá Agger, sum í donsku TV avísini lýsti eina jarðarferð, har eingin møtti. 

Innslagið varð heglað niður og dømt langt úti, tí tað bygdi á filmiskar kenslur og ikki journalistiskar fakta, sum eigur at verða tað einasta rætta í TV avísini. Hitt velja vit sjálvi at síggja í biografinum, hava vit hug til tað, varð sagt í heitu diskussiónini.

Fjórðingsøld er runnin síðan hesa týðuliga tilgjørdu diskussión, og Agger hevur prógvað sítt søgusigandi virði í sjónvarpi, saman við Anne Hjernøe, sum við matsendingum heldur honum fast á sporinum at tosa um mat, og tað, sum matur kann skapa av kjakið bæði fyri, meðan og eftir borðhaldið.

Og so er eitt sidnur av product placement við troyggjum frá Guðrun og Guðrun, men tað gevur føroysku søguni eitt kjølfesti, sum víðkar um mat- og nattúruupplivingina. Og so eru tey so ótjekkaði við harsniðnum, at tey fara ikki framvið sum slick entertainment og løtukonsum. Nei, tey hava bæði kant og karakter, hvar tey so fara. Hóast endaleyst forvitni, hvíla tey í sær sjálvum. Tað er gott sjónvarp í eini blinkstrandi tíð, har matgerð hjá okkum sjálvdan er politisk korrekt. Hurrá fyri tí!