Skip to main content

Ríki mítt er ikki av hesum heimi


Dimmalætting í dag


Nú hava vit livað við eini samanrenning av Bíbliutrúgvum kristindómi og fólkaræðisligari tingskipan í eina tíð. Burtursæð frá, tá tingmenn fóru undir at hava bønarløtu í tinginum, og 266b varð orsøkin til at ein tingmaður skifti flokk av átrúnaðarligum ávum, minnist meg ikki, at ein ytri praktiseraður og fyri mannaeygum sjónligur átrúnaður hevur verið sæddur og hoyrdur úr tinginum.

Heldur ikki hevur nakar annarleiðis trúgvandi praktiserað bøn og aðrar ákallanir innan tingsins gátt ella í fundarhølum hjá tinginum, tað vit vita.

Men fyri stuttum heitti formaðurin á tingi, uttan at vera í sjamanistiskum hornum, at steðga teim kvinnum, sum vildu taka rættin frá pápum at verða pápar. Óortodoksa áheitanin hjá tingformanninum, sum varð sett fram á Facebook, og sum eg fataði sum subversiva og rasistiska, fekk hvørki umrøðu ella avleiðingar av nøkrum slag.

Landstýrismaðurin í uttanríkismálum, sum rímiligvís ferðast nógv og hittir fremmandafólk, hevur í einum bólki á Facebook greitt frá, hví hann ikki letur seg koppseta móti koronu, sum løgmaður sigur, at hann eigur at gera. Í sama kjakbólki er komið fram, at kvinnur, ið ikki eru barnførar, tí tær langt síðan eru farnar um barnsburðaraldur, kunnu fara at bløða og gerast uppá vegin, verða tær koppsettar. 

Tí er sólarklárt, at hellir tú til hesar kjakbólkar, meinigheitir og tulkingarfelagsskapir, so fert tú ikki at koppseta teg, illanstíð. Sum trúgvandi, tí tað eru tey, er tað tín rættur at siga stopp og tekna við kriti um tín kropp, ið er tempul heilaga andans, og siga ”Vík frá mær Satan”, tá verðsliga sproytan er í akslahædd og nærkast – ”tá skal eg fara um tykkum, so at plágan ikki meinar tykkum!”

Nú er komið fram, at mest trúgvandi menn á tingi, tí tað eru teir, hava verið við í somu sosialu interaktión, ið sambært Dimmu og tíðindafund í Kringvarpinum í dag, hevur elvt til nógva verðsliga smittu.

Men einki løgið er í tí.

Fara vit ein legg úr tinginum og inn í halgidómarnar kring landið, so finna vit upp í leypar av sangum, ið eintýðugt siga: Mítt heim er ei foldum á, Ein oyðimørk er henda verð, Eg stundi eftir, at lenda har heima. 

Okkara heiðurskrýnda fólkaræði og hattvirda Løgting, ið tey siga, er hitt elsta í verðini, er um at verða yvirtikið av einum ódefinerligum kulti, ið hevur sett sær fyri at tilbiða alt annað enn lívið og ta margfeld, sum norðbúgvar longu í fornøld kendu og lýstu við Bivrøst, ið knýtti jørð og himmal í eina marglitta upp- og niðurfaringartrappu.

Haldi, at menniskjansliga fólkaræðið skal setast aftur í sætið á tí høga tingi, vit hava valt, og Bíbliutrúgvi kristindómurin skal vísast til teir talarastólar, ið eru bygdir og stuðlaðir til tað endamálið, teir eru ætlaðir úti um landið. Ikki í tinginum. Tí tað ríki er av hesum heimi, og eigur ikki at verða infiserað av driftum og kultum, ið søkja tað, sum hinumegin er.