Í morgun var nógvur larmur í barnaútvarpinum, tá Føroyingasøga skuldi forteljast, og børnini, sum eftir søguni vóru til avlops, skuldu drepast. Soleiðis er larmandi søgan um larmandi menn, borin uppi av machomonnum í buldrandi morgunútvarpi - fyri børn. Ætt eftir ætt.
Tá er hon annarleiðis stilltigandi, og ikki sørt borin á einglaveingjum, so poetiskt er hon, søgan um Gimma, sum Finnur Koba og Jónfinn Stenberg skapa og fylgja í reyða býarbussinum av Signabø til Havnar.
Sagt verður soleiðis um poetiska portrettfilmin:
Fyri 6 árum síðani brunnu húsini hjá Gimma Hansen í Rituvík niður í grund. Við eitt fór lívsverkið, hann sjálvur hevði smíðað sær, upp í royk. Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. 93 ára gamli maðurin av Slættanesi er nú fluttur inn í kjallaran hjá soninum í Signabø, har hann tekur bussin hvønn fyrrapart til Havnar. Í býarlívinum hevur Gimmi Hansen fingið nýtt lív og nýggjar vinir. Vit fylgdu honum ein summardag í juni í fjør. Finnur Koba hevur klipt og lagt til rættis. Jónfinn Stenberg hevur filmað og klipt.
Byrjanin er religiøst forankrað og Skriftin er fyrsta tilvísing hjá Gimma.
- Tú koyrir bara, eg havi skrivað nakrar spurningar niður. Men skal eg siga tú ella tygum? spyr Finnur.
Semja er um at siga tú.
Ljósið í kamarinum er brilljant og fotograferingin hárfin og oftast við stórari dýpd, so tað er eitt njótilsi at síggja.
Pliktskyldugur skal Gimmi fortelja um ár, ætt og uppruna. Slættanes og Rituvík. Hann er skilliga vandur við Útvarpið, sum er so altmodisch í øllum frásagnum, nú ein útvarpsmaðurin er komin inn á gólvið, at tað ávirkar narrativið hjá hesum manni. Og øllum øðrum monnum.
Men so brýtur Finnur av og spyr, hvar hann býr nú?
- Á Signabø er kontanta svarið hjá fryntliga manninum við teirri góðu uppsiktini. Hann er ein kamera darling og tað merkist á bæði Finni, sum setur spurningarnar, og Jónfinni, sum fangar Gimma í linsuni.
- Eg búgvi hjá soninum, og nú eru øll til arbeiðis, sigur hann, púra tryggur við myndatólið og støðuna.
- Tá eg eri í Havn, so eri eg ikki her. Eitt imponerandi skilvísi og ein imponerandi fatan av sær sjálvum mitt í alheiminum.
Eftir søguna um smeltgrýtuna fyri fimm árum síðan, fara teir til Havnar við bussinum, sum kommunan er so vísuliga innrættað, at hon betalir, kommunan.
At síggja menniskju eru ørindini hjá Gimma.
Børnini koma upp í bussin. Tey kenna Gimma og vita, hvussu gamal hann er. Einaferð skuldu tey skifta um. Hann var níggju og tey hálvfems. Ein perla á føroyskum filmi. Og so kemur sangurin afturvið. Where everyone knows your name. Á markinum til kitsj, og tó riggar tað, tí støðan er ektað og ikki tilgjørd.
- Nú hava vit koyrt bil í nógv ár, sigur hann væl foreintur, og fer at tosa um gamlar dagar. Tá hann var leysur drongur í Rituvík í einum Singer bili og møtti konuni.
Ímeðan er eitt lív livað.
Hesin filmur er nýbrot í gamlamannaútvarpinum, hugsi eg, og verið avbrotin, tá Gimme sigur fyndigar one liners ein fyri og annan eftir: ”Hettar er tað”. ”Vit eru her”
Filmurin skúmar fram á skíggjanum við froyandi formati um stevnið. Hetta er altjóða format. Vit eru í Tórshøll og so í Glitnir. Og ein hondbajari í Kaffihúsinum. Men Skriftin fylgir við, meðan fylt verður í gløsini.
- Tað góða lívið, tað er at koma saman, har sum fólkið er, sigur Gimmi.
Hann knýtir ættarliðini saman og gevur okkum eina áminning um at liva lívið.
Hann siterar Paulus í seinna Korint, kapitil fimm, og tað er ikki avsálað innihaldsleys repititión av handahógvi, nei, hann meinar tað, og so spyr útvarpsmaðurin, hvar vesið er, og Gimmi reisir seg, so stólurin stendur tómur.
- Hví skulu vit steina onnur, spyr ein róliga funderandi maður, sum er farin um tey níti, og ikki er merktur av elli. So slettis ikki.
So sær hann eina gentu í Steinatúni og spyr hana, hvønn buss hon bíðar eftir.
- Eg bíði eftir sjey og tú eftir tvey.
Mitt í Havn fer hann aftur í bussin.
Eina løtu er tað sum at hoyra Woody Guthrie syngja um tey, sum í Los Gatos fóru upp í stóra fuglin úr jarni og aldri spurdust aftur. Deportees, vóru tey.
Og í Havn tosa tey um bussarnar, og um teir skulu vera diesel- ella battarídrivnir. Gimmi hevur hægri visiónir enn tað.
Takk fyri tað.
Ein framúr filmur, har tað einfalda sleppur at tala. Og einki annað fjas.
Um at eldast væl. Tað eiga vit øll at minnast til.