Í eitt ár havi eg goymt hesa mynd, uttan at vita akkurát hví. Nú upprann dagurin, at eg fekk greiðu á, hví eg hevði goymt hana á skíggjanum, alt siðan tiltakið Remember - ReAct varð hildið í Svøríki.
Tað er 65 ára gamli fyrrverandi svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, ið sigur at vit, sum liva í dag, liva í skugganum av förintelsen og nazistiska fólkadrápinum.
Í gjárkvøldið, tá svensku valhølini lótu aftur, hoyrdi eg Löfven útgreina uppáhaldið í norsku sjónvarpstíðindunum.
Forfardur av framgongdini hjá 43 ára gamla Jimmy Åkeson, sum er formaður í Sverigedemokraterna, fór Löfven at lesa úr tilfarinum hjá hesum nýggja flokki, sum so fegin vil definera, ikki hvat ein rættur svenskari er, men púra øvut, hvør tað er, sum ikki rúmast í svenska fólkahugtakinum. Ovast á burtursjúgvingarlistanum hjá Sverigedemokratarna eru muslimar, jødar og sámar.
Eftir at hava verið skrivari í Norrøna felagnum í fjúrtan ár, fekk eg sum vátan vøtt. Hvussu kann ein politiskt ambitiøsur persónur, ið á okkara døgum hevur lisið í Lund, siga, at sámar eru ikki partar av svenskheitini yvirhøvur og eiga at missa øll rættindi til vatn, land og alt reinsdjórahald?
Í mong ár hava norðbúgvar, ið eisini kalla seg nordistar, undrast, hvussu tað ber til, at so nógv sjónligt og skipað fremmandahatur, xenophobia, er í Svøríki, ið altíð hevur verið fatað sum Keisaratýskland í bygdasligu Norðurlondum. Altso greitt skipaða og dannaða borgarastættin mótvegis einum bondskum bóndastandi, sum enn ikki var komin hartil, at tey treytaleyst vildu geva seg undir nakra yvirvøld yvirhøvur. Svøríki var fyrr fremsta mentatjóð í øllum norðurlendskum átøkum.
Men nú er vent í holuni.
At xenofobar ikki geva rúm fyri islam og jødum er ikki nakað nýtt, men sámar - come on. Sjálvt ikki tvøramaðurin, sum gongur fremstur í nýfasistisku hvítamannarørsluni, Scandza Forum, hevur sagt tílíkt um svenskar sámar, tað eg veit.
Og soleiðis er.
Orð skapa sannleikar.
Eisini tá Glistrup fór at tosa um tey fremmandu, ið nørdust sum rottur, og Nyrup, sum kastaði Dansk Folkeparti fyri, at stovurein blivu tey ongantíð. Og sig mær líka, stovurein, er tað ikki eitt heiti tú brúkar um menningarstøðið hjá hundi, tá hann gevst at skíta á gólvið?
Rasisman í Svøríki er ikki bara ein bílig upphugsað politisk søluvøra og lønarítøkilig taburett at stilla teg uppá, bara fyri at verða valdur til eitt lønandi fýraára starv í Ríkisdegnum, men í nógv størri mun ein indikator og áminning til okkum øll í Norðurlondum, sum enn brýggja seg um at steðga á og slota yvir syndarligu restunum av fólksligu rovunum av tí, sum einaferð varð kalla nordisma, sameinandi tankin um eina norðurlendska mentan, langt frá fasismu og teim Übermensch gudamyndum, sum Hitler lat seg tøla av. Nú standa vit aftur í tí lítið unnuliga skugganum av skipaðari svenskari förintelse.
Á undirvísingarligu temasíðuni hjá Snar og Námi um holocaust eru hesar uppgávur, sum eg fari at enda við:
Lurtið í felag eftir taluni hjá Stefan Löfven.
Hvat merkir svenska orðið ”förintelse”?
Hvat er ”antisemitisma”?
Hvør var leikluturin hjá Svøríki undir øðrum heimsbardaga?
Forsætisráðharrin tosar um at minnast og aldri at gloyma. Hvussu langt kunnu vit minnast?