Fyrrárið kunngjørdi íslendska stjórnin eina filmpolitiska ætlan, sum fevnir um tíggju ár og røkkur heilt fram til 2030.
Á heimasíðuni hjá íslendsku stjórnini kunngerð Lilja D.
Alfreðsdóttir, sum umsitur menta- og handilsmál, í dag, at hon hevur hitt Netflix í
Los Angeles. Hon vil fegin
hava stroymingarrisan til Íslands at gera film.
Ítøkilig
samráðingarevni vóru aktuellu karmarnir, sum eru fyri íslendskari filmsgerð, og
økta afturberingin, ið hevur verið 25% og nú er 35%. Samstundis er ætlanin at
skapa áhuga hjá stórum filmsætlanum úti í heimi, sum burturav vilja brúka
Ísland og íslendskar tænastur at gera film.
Partar av
langsiktaðu filmsætlanin eru burðardygd og nýggj deild á Listaháskúla Íslands.
- Ég hef
sterka sannfæringu fyrir mikilvægi þess að búa skapandi greinum hagfelld
skilyrði á Íslandi og stjórnvöld eru á slíkri vegferð. Nýleg hækkun á
endurgreiðsluhlutfalli mun auka alþjóðlega samkeppnishæfni landsins í
kvikmyndaheiminum og hafa jákvæð margfeldisáhrif á íslenskt samfélag. Í
kvikmyndagerð eru fjölmörg spennandi og vel launuð störf, sem skemmtilegt er að
takast á við. Ísland hefur margt fram að færa á þessu sviði, góða innviði og
mannauð ásamt stórbrotinni náttúru, sigur ráðharrin, Lilja D. Alfreðsdóttir á heimasíðuni hjá íslendsku stjórnini í dag.
Endamálið við íslendsku ferðini til Los Angeles er, at
kveikja áhugan fyri Íslandi sum kreativum palli fyri ikki bara filmi, men eisini tónleiki, og at
fáa útlendskar íleggjarar at seta pening í innovativa íslendska list.
Kanska kundu vit gjørt tað sama.
Er Ísland eksotiskt, eru
Føroyar tað ikki minni.