Meðan vit í sannari og óblektaðari matgleði aftur kunnu svølgja tað besta av matinum hjá Gutta - í nýggjasta partinum enntá grønt og heimagrógvið av Sandafløtti - boðar løgmaður frá vali til løgtingið á gitnaðardegi Marriu, so jólagleðin, tað er so vist og sætt, verður púra forstýrað.
Ikki tí, løgmaður liggur væl fyri til val, væl ger hann tað, men tað kann ikki sigast um fyrsta politiska stavin í durinum.
Tað er ikki tann dagur, at sitandi stuðlar fyri A-toymið ikki koma kropp á kroppi í miðlarnar at siga frá, at teir ikki longur stilla upp fyri tann flokkin. Harvið tó ikki sagt at teir melda seg úr flokkinum. Nei, noy. Teir bara siga frá, so segði hann. Nýggjasta er, at Annika fer í Tjóðveldi, og at skilagóði ungdómsformaðurin stingur í sekkin.
Ímillum liggur ein oyðimarkargongd hjá hyggjaranum, lurtaranum, lesaranum - og eftir øllum at døma veljaranum eisini.
Alt síðan A-toymið fekk sær núverandi búmerki, havi eg fatað grøna bringuprýðið sum ímynd av oyðimarkargongd. Skuldi eg eina veika løtu ivast, um so var, so hyggi eg eftir ikoniska Alfastavinum A, sum fyrr ímyndaði tann hugsjónarflokk, ið fremstur var í føroyskari politiskari søgu. Alvorliga fyrr, altso.
Men hyggja vit við grafiskum eygum eftir núverandi búmerkinum hjá lista A, so síggi eg altso bara Afrika. Ja, heimspartin Afrika. Har stendur eitt feitt A omaná svøltandi heimspartinum, Afrika. Kanska var ætlanin einaferð at vísa Føroyar og strandaøkið sum ein grafiskan klump, men tað riggar ikki. Tá A stendur omaná, sigur myndin av fólksins ogn: Afrika. Har manglar bara heimsparturin hinumegin hav og so eitt S. So er sunnara hálvkúla definerað.
Hinvegin peika teir báðir listarnir C og E grafiskt á seg sjálvan, og vilja hava allar veljarar at gera tað sama, tá valdagurin upprennur. So er spurningurin, um sjálvgleði er betri valagn enn fyrijáttanin um oyðimarkargongd í fýra ár afturat. Livst, so spyrst.